Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Eivin H. Jacobsen bjóðar seg fram til løgtingsvalið

2019-08-02 15:41
Sambandsflokkurin - 

Eitt kent andlit í lands- og kommunalpolitikki stillar upp fyri Sambandsflokkin

Eivin H. Jacobsen er føddur 20. juli 1957 og er giftur við Astu Skaalum Jacobsen, og eiga tey trý børn.

Eivin umboðaði Sambandsflokkin á Løgtingið frá 2011-2015 sum fyrst eykavaldur. Umboðaði Sambandsflokkin í Rættarnevndini og var limur í Landsstýrismálanevndini.

Í kommunalpolitikki umboðaði hann Sørvágs Kommunu í 12 ár frá 1992 til 2004, og sum borgarstjóri í tíðarskeiðnum 2000-2004.

Hann starvast hjá Vága Floghavn, sum millumleiðari og átaksleiðari.

Politisku málini eru øll meira og minni viðkomandi. Men týdningarmikið er, at eitt framkomið vælferðarsamfelag hevur eitt mennandi vinnulív, dygdargott skúlaverk og heilsu- og almannaverk - og ikki minst eina livandi mentan.

Eitt samhaldsfast samfelag fyri øll.

Hetta vil hann arbeiða fyri, um honum verður víst álit á løgtingsvalinum.

Sambandsflokkurin

RN