Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt val millum danskt vald og frælsa føroyska rødd

2019-06-04 11:50

Eitt val millum danskt vald og frælsa føroyska rødd

Nú danska statsvaldið er farið at gera okkum til ein danskan landslut aftur, fari eg at greiða frá míni grundhugsjón úr einum meira persónligum sjónarhorni.

Havi altíð sett Føroyar fremst í øllum, eg havi fingist við, og menning og framfýsni hava altíð hugtikið meg meir enn stillstøða og afturhald.

Øll menningarstig eru framd, tí eldhuga ð fólk vildu framá. Langt frá altí ð var talan um politikarar. Heldur var talan um einstaklingar og fylkingar, sum vóru fræls í hjartanum.

Fylkingar flyta Føroyar

Tað var ein fólkarørsla, sum tók stig til jólafundin í 1888, ið setti ferð á okkara mentanarligu og politisku menning, og tað vóru ungir føroyingar í útlegd, sum í 1919 fingu okkum flaggið.

Tað var ein fólkarørsla, sum við hond og fót forðaði fyri, at vit samtyktu at fara undir donsku grundlógina í 1946 og í staðin valdu loysing.

Hesi fólkini fylktust seinni í nýggja Tjóðveldisflokkinum.

Tjóðveldi virkaði áhaldandi fyri at fáa flutt fiskimarkið út, og Tjóðveldi var í miðdeplinum, tá undirgrundin varð sett á skrá longu í 1975.

Tað var ein fólkarørsla, sum ljódliga mótmælti, at vit fóru upp í EEC í 1972. Ein stórur partur av teirri rørsluni spratt úr Tjóðveldinum.

Tað var Tjóðveldi, sum gekk á odda, tá fullveldissamráðingar vóru í 2000, og flokkurin gekk eisini á odda, tá blokkurin varð lækkaður í 2002.

Mong av framtøkunum vórðu framd saman við øðrum, men tey bygdu á fullveldishugsanina, sum Tjóðveldi ongantíð er vikið frá.

Tí havi eg altíð valt Tjóðveldi og stillaði upp fyri flokkin fyri fýra árum síðan í teirri vón, at eg kundi geva eitt íkast til tjóðarbyggingina tann vegin eisini.

Tjóðarbygging er málið

Eg eri vaksin upp í einum umhvørvi, har tjóðarbyggingin var fremsta málið. Sum frásøgumaður í útvarpinum upplivdi eg av fyrstu parkett risastóru framstigini í føroyskum ítrótti, tá Føroyar bjóðaðu av á jøvnum føti við onnur lond.

Ein stóran part av mínum lívi havi eg verið virkin í vinnulívi.

Eg var hugtikin av Apple-nýbrotunum hjá Steve Jobs og var virkin í ferðavinnumenningini í 1990'unum. Um somu tíð stríddust vit í Oljuvinnufelagnum fyri at vinna føroyskum fyritøkum og arbeiðsmegi pláss í altjóða oljuvinnuni.

Og í tjóðarflogfelagnum stríddust vit nátt sum dag fyri at byggja upp føroyska flogvinnu og tæna Føroya fólki.

Einaferð loypti tað ekka á fólk, tá boðini úr stýrhúsklivanum komu á føroyskum heldur enn á donskum. Nú er tað øvugt.

Gevið teimum aftursvarið

Fólkatingið var ein spennandi uppgáva frá fyrsta degi, men skjótt varð mær greitt, at danski Føroya-politikkurin snýr seg mest um at varðveita vald. Valdið yvir okkara oyggjum.

Skal viðganga, at eg hevði ikki væntað so stóran ágang í hesum valstríðnum. At Løkke bað okkum velja samband, og Pia sendi okkum grundlógina.

Hetta kennist sum ein provokatión, men eg síggi tað eisini á ein annan hátt: Tey hava hoyrt frælsisboðskapin úr Føroyum.

Tí hann fór um allan heim, tá prinsippið um sjálvsavgerðarrættin varð sett á skrá í teirra egna tingi við einum politiskum flótta úr Katalonia, har sponsku lurkarnir fingu blóðið at flóta.

Nú kemur valið, og eg heiti á allar tjóðskaparsinnaðar føroyingar um at fylkjast um at senda eina frælsa rødd á fólkating. Tí annars fara tvær sambandsrøddir at umboða okkum.

Á fólkatingi umboða vit fegin øll, sum fylkjast um at byggja Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, sama hvørjum flokki tit eru í.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi