Eitt stað uttan familju er bara eitt stað

2019-05-01 12:04

Hvat halda lesandi og nýútbúgvin um Føroyar?


Fyri fáum árum síðani var føroyska samfelagið hótt. Fólk fluttu burtur og drógu onnur við sær. Og fá fluttu heimaftur.

Spurdi tú lesandi uttanlands fyri 10 árum síðani, hvat tey hildu um Føroyar, so fekst tú eitt annað svar enn í dag.

Tí gongdin er vend, og lesandi velja í størri mun Føroyar til enn áður.
Men hvør er orsøkin til góðu gongdina? Og hvønn týdning hava familja, vinir, føroyaumhvørvið og bústaðarviðurskifti? Fer góða gongdin at halda fram? Og hvat manglar?

Hetta og annað viðgera vit í Javnaðarflokkinum, tá kanningin ”Eitt stað uttan familju er bara eitt stað” verður løgd fram í Perluni í annaðkvøld. Eftir framløguna verður kjak millum Barbaru Gaardlykke Apol og umboð fyri HUXA, ungmannafelag Fólkafloksins.

Skrá:
- Sjúrður Skaale, Fólkatingsmaður, bjóðar vælkomin
- Brandur Mortensen Nolsøe greiðir frá høvuðsniðurstøðunum í kanningini
- Kjak við Barbaru Gaardlykke Apol og umboð fyri HUXA

Orðstýrari verður Rógvi Olavson.

Tiltakið er alment og ókeypis.

(OBS: Tiltakið er í Perluni beint við síðurnar av Reinsarínum)