Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt nýtt stýri – orð til umhugsanar

2019-09-16 16:56

Nú fólkið hevur talað á løgtingsvalinum 31. august, er nýtt landsstýri skipað, sum verður fagnað við móttøku í Tinganesi í dag, 16. septembur.

Valrætturin er ein rættur, ið vit eiga at hámeta. Vit fáa – einsamøll við okkara egnu sannføring – sett ein kross. Hetta er ein dýrabarur rættur, og vit kunnu fegnast um, at nógv okkara – úti við 90 av 100 – hava tikið við hesum høvi og soleiðis hava fagnað fólkaræðinum.

Tað er eingin ivi um, at teir tríggir flokkarnir, sum nú mynda landsins stýri, gera tað við meirilutans vælsignilsi. A fekk 24,5%, B 20,3% og H 5,4%. Hetta gevur 50,2% av atkvøðunum, og tað er ein meiriluti. Hetta er ein veruleiki, sum eingin eigur at seta spurnartekin við.

Kortini eru viðurskifti í sambandi við hátíðarhaldið í dag, sum tú kanst seta spurnartekin við.

Fyri 117 árum síðani yrkti Jóannes bóndi sangin, sum byrjar “Tað frættist nú og fregnast um land og um bý/ at konufólkaøldin hon rennur so ný...”.

Hetta var í sambandi við, at konufólk fingu valrætt til kommunuval – sum skilst í 1902.

Hvussu tann einstaki velur, er sum sagt eftir sannføring og hugburði. Men tað er løgið, at kvinnuumboðanin skal vera so syndarliga lág. Taka vit løgtingsfólkini, sum standa aftan fyri hesa samgongu, (her verður meint við tey valdu, ikki eykafólkini), so eigur A eitt umboð, B eitt umboð og H einki umboð. Av 17 tingfólkum, sum mynda meirlutan, eru tvær kvinnur.

Tá ið landsstýrisfólk so skuldu veljast, høvdu flokkarnir høvi at rætta “skeivleikan” eitt vet.

Men av sjey landsstýrisfólkum er bara ein kvinna. Allir flokkarnir høvdu møguleika at rætta eitt sindur upp á javnvágina, tí konufólk vóru valevni á øllum listum.

Og aftur rennur hugurin til 117 ára gomlu yrkingina:

“Vit kallmenn siga allir: tit komið heil og sæl!
Við okkum til fylgdar, alt gangist tykkum væl!
Vit eru fegnir við,
tit ei longur ganga støk,
men við okkum taka tøk”.

Hagtalsliga liggja vit aftan fyri mong triðjaheimslond á hesum øki. Tað er veruleiki. Og eingin skal ivast í, at vit á altjóða pallinum verða borin saman við tjóðir, har svartasta afturhaldið hevur góðar dagar. Hetta hevur meirilutin av Føroya fólki valt.

Ein døkkan dag sum henda kanst tú ugga teg við orðunum, ið vinurin farni, Steinbjørn, festi á blað:

“Altíð tað grør í føroyskum haga”.

Í Havn 16. septembur 2019

Árni Dahl