Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lívsins Dansur - eitt lítið ummæli

2020-02-24 14:57


Forvitnið fekk meg at seta meg í bilin og koyra til Fuglafjarðar, har Bárður á Lakjuni legði sítt nýggjasta verk "Lívsins Dansur" fram.

Har møtti mær ein øðrvísi uppseting, tí á pallinum og runt vóru málningar settir upp, sum verfaðirin hjá Bárði, Sámal A. Toftanes, hevur málað.

Frits Johannesen gav Bárði nøkur virðilig orð við á leiðini, har hesin onkursvegna gav mær kensluna av, at hann vildi leggja dent á hetta við tí skapandi listini og hvussu týdningarmikið tað er at føra mentanarliga arvin víðari.

Eisini er tað serstakt, at Bárður hevur latið ein bókling við yrkingum úr hondum, sum eisini styrkir undir hansara seinasta avrik.

Samrøða var eisin millum Bárð og Martin Joensen, har tað nógv varð tosað um tónleikaliga partin, og hvat Martin metti um hansara tónleikaligu evnir.

Eisini fingu vit ein tónleikalig framløgu, sum aftur gav mær eina kenslu av T.O.S., men kortini ikki, tí her hevur Bárður sjálvur vilja sett sítt egna fingramerki á.

Eg fekk alla tíðin hesa kenslu av "story telling", har vit aftur verða mint á, hvussu týðandi tað er við tí andaliga í tónleikinum og at teksturin er líka sigandi.

Tað er gott, at Bárður hevur leitað sær tónleikaligan íblástur frá Niclasi Johannesen, tí framløgan og úrslitið er væl út hondum greitt! Hetta er ikki bara eitt listarligt verk, men ein samanseting av einum skrivandi og tónleikaligum frambroti, sum ger okkum njótarar nógv ríkari!

Fríðálvur A. Jensen