Eitt listaverk!

2012-10-30 22:20

Eitt listaverk!

Tað er so nógv sagt, men hetta eru orð og hugsjónir um list. List er virðisskapandi og hevur týdning fyri samfelagsmenningina, samleika og andaliga rúmið!

So hví skulu vit hava list, ella hví skulu vit gjalda fyri list. Ein av størstu misskiljingunum er, at virði á list, er eitt mát fyri tess vakurleika. Hetta at list skal prýða. At prýða um okkara umhvørvi er ein týðandi partur at list, men innara samleikin ella sálin í list, er so nógv annað. Júst, sum vit øll eru nógv meiri, enn skap okkara sýnir fram. List hevjar seg yvir vakurleika!

Gertrude Stein hevur sagt “Art is life is art”! Listin er avgjørt hvørji vit eru. Listin er okkara týdningarmesta tól, at síggja okkum sjálvi, skilja okkara fortíð og boða okkara framtíð!

At skilja sambandi millum samtíð og fortíð er eyðsýnt. Men evnini til at boða framtíðina er eitt meiri ástøðiligt - tó alneyðugt – eyðkenni. Tað er okkara fortreyt, at tað er krevur felags skapan, at yvirkoma avbjóðingarnar í at skapa eina betur framtíð

Tað er tí av stórum týdningi at nýta pening til list. At pína listina niður, er at spara eftir reyv, og ferð at koma okkum aftur um brekku! Listastovnar eru undur meiri trýsti enn nakrantíð, til at veita mentanar úrtøku fyri pengarnar! Akkurát sum skúlar, sjúkrahús o.a. Á sama hátt, sum tænastustøði lækkar á skúlum og sjúkrahúsum, lækkar støði á listini og harvið innara virði á samfelag okkara!

Tað er tí mítt ynski at, vit geva listini góðar umstøður í Tórshavnar kommunu, her undir eru nøkur mál eg havi hug at stuðla, listini til frama.

Musikkskúli og spælistað

Tónleikurin gongur mót ljósari tíðum, nú tá ið musikkskúli og spælistað er í stoypiskeiðini. Býráðið hevur játta pening til at byggja musikkskúla uppi í Sortudíki. Vøkur og spennandi verkætlan fyriliggur, klár at fara í holt við!

Staðsetingin er framúr, saman við norðurlandahúsinum og útvarpshúsinum! Her skal tryggjast at tað sum samgongan hevur sett út í kortið, ikki verður rakt av “politikki”og steðgar ella verður seinka!

Lista háskúla

List er meiri enn tónleikur! Vit skulu stuðla upp undur list yvirhøvur. Ikki ólík vinnuni, so er brúk fyri einum umhvørvi, har talent kunnu menta hugskot ella –myndir til hendingar, okkum øllum til fragd!

Vit skulu arbeiða fyri at Havnin og harvið allar Føroyar fáa ein listaháskúli í víðum týdningi, við framsýningar hølum, verkstøðum, arbeiðis búðum o.s.fr.

Tjóðleikhús

Eisini skulu vit arbeiða fyri einum tjóðleikhúsið, einum framsýningar- og arbeiðsrúmið, har leiklistin við avleiddari mentan og felagsskapi kann verða og vaksa í!

Eitt vakurt, spennandi stað, sum vit erpin kunnu vísa fram fyri vitjandi. Har vit sjálvi kunnu fara at fáa íblástur og kunnleika á einum hægri støði!

Skapanardepil

Vísind, ítróttur og list vera ofta hugsa, sum mótsetningar. Men hvat hevði hent um vit seta hesi fólk saman. Eg trúgvi at úrsliti hevði verði spennandi! Tað kann vera trupult, at síggja týdningarmikla sambandið millum vísind, list og ítrótt. Listin veitir nýskapan og hugskotsmenning gjøgnum samjavning, modell, evnir, tøkni, máta og vitan! List gerð ikki bert vísind vakra og tøkni smart. List gerð bæði!

Tað er rætt at endaframleiðslan helst er ymisk, men arbeiðslagið til at skapa nýggj verk er helst ikki ólíkt. Tað byrjar við einum talenti, sum hevur eitt hugskot ella hugsjón, sum skal arbeiðast áðrenn tað er klárt at roynast móti veruleikanum!

Tí skal tankin um íverksetarahús - sum hevur verði nógv frammi leingi - víðkast til ein skapanardepil í víðum týdningi. Hví avmarka okkum til at gera sum onnur. Lat okkum traðka ígjøgnum og gera hetta soleiðis, sum tað eigur at gerast! Ein skapanardepil í orðsins víðastu merking!

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldis