Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Eitt innandura spæliland - trivnaður fyri alla familjuna

2020-10-12 12:46
Kommunalpolitikkur - 

Øktur trivnaður hjá familjum við at fáa eitt mennandi innandura spælipláss, sum skal vera ókeypis at nýta hjá borgarum í Tórshavnar kommunu

Fyri nøkrum árum síðani búði eg, saman við familju míni, í Barcelona. Eitt, sum eyðkennir stórbýir kring heimin, eru mongu spæliplássini, har familjur kunnu vera saman í frítíðini.

Hetta tilboðið gjørdu vit okkum dælt av dagliga, og eg má siga, at eg saknaði spælipláss, tá vit fluttu heim.

Spælipláss eru nevniliga sera týdningarmikil fyri trivnaðin hjá familjum, nakað, sum sæst aftur í flestu býarplanleggingum kring heimin.

Okkurt hissini spælipláss er komið, síðani vit fluttu heim, og er veðrið gott, flokkast familjur í Grasagarði.

Familjur ynskja at vera saman á meiningsfullan hátt, tá tey hava frí. Men ein stóran part av árinum, er veðrið í Føroyum als ikki til vildar, og hetta ger, at vit halda okkum frá at fara út. Vit menniskju eru sosialar verur, og vit trívast best saman við øðrum, eisini tá veðrið er ringt.

So, hvat er at gera?

Mítt boð er, at vit byggja eitt stórt innandura spæliland við alskyns mennandi tilboðum til ymsu aldursbólkarnar.

Í einum innandura spælilandi sleppa børn og ung at klatra, hoppa trampolin, vera í kúlubaði, rópa og renna, sum teimum lystir, og vera saman við øðrum børnum. Her sleppa tey at menna týdningarmiklar sosialar og motoriskar førleikar. Og meðan børnini gera alt hetta, hava foreldrini høvið at práta við onnur foreldur og hugna sær við einum tiltrongdum kaffimunni.

Eg fari at leggja alla orku í at økja trivnaðin hjá familjum og arbeiða fyri, at familjur fáa eitt mennandi innandura spælipláss, sum sjálvandi skal vera ókeypis at nýta hjá borgarum í Tórshavnar kommunu.

Gitte Klein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN