Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eirikur Lindenskov! - hví ikki siga, at ”tað var fantastiskt”

2019-09-02 21:28

Blaðstjórin á Sosialinum, sum fyri stuttum sendi hin stjóran í Miðlahúsinum heim, fyri síðan at seta hann aftur, er aftur úti við rívuni.

Eirikur er uppvaksin í einum javnaðarreiðri, og hetta litar hansara meiningar, sjálvandi. Objektiviteturin er so sum so. At Kvf ikki hevur skilt tað, er merkisverdugt.

Í Kvf í morgun var Eirikur biðin at gera eina meting av valúrslitinum. Tá verturin spyr um samgongumøguleikar, so er blaðstjórin beinanvegin klárur við eini atsókn á Kristin Michelsen.

Eingin fer at skipa eina samgongu, sum skal líta á atkvøðuna hjá Kristini – hann fer helst at sita í andstøðu komandi fýra árini, var svarið hjá Eiriki.

Eg vil siga tað soleiðis, at higartil havi eg ikki tosað við nakran politikara, hvørki í løgtinginum ella landsstýrisfólk, sum hava ein farra av áliti á Eiriki Lindenskov – heldur ikki hansara egnu, politisku soldátar, ta tíðina, eg havi verið í politikki.

Man plagar at siga, at tað er so deiliga nemt at sverta onnur út, tí so er fokus á tað. Tað er júst tað, sum Eirikur ger. Tí tak ikki feil: Eirikur Lindenskov ger hetta tricksið at skifta fokus einans tí, at eingin skal kenna persónin Eirik Lindenskov.

Spurt kann verða, um tað er nakar miðil, t.d sjónvarpið ella nakar føroyingur, sum hevur gjørt eina gjøgnumførda samrøðu við Eirik Lindenskov. Torir nakar? Og torir Eirikur sjálvur at vera við einari slíkari samrøðu?

Sjálvútnevndur í egnum blað
Tað kundi verði ein dokumentarsending um ein av máttmiklastu persónum í Føroyum. Eirikur Lindenskov er eftir øllum at døma ikki hvør sum helst, sambært vinnublaðnum hjá Sosialinum í 2018.

Í samband við vinnudagin 2018 gjørdi Miðlahúsið eitt vinnublað. Í tí blaðnum var Eirikur Lindenskov sjálvútnevndur ein av máttmiklastu monnum í Føroyum. Nummar eitt var Regin Jacobsen, Bakkafrost, nummar tvey var Ben Arabo, og seinni í rekkjuni útnevndi hann seg sjálvan, sum ein av teimum máttmiklastu.

Ikki eiti á sjálvrósi.

Tað kundi hent, at ein dokumentarsending kundi víst okkum, hvussu ein av máttmiklastu monnum í Føroyum í veruleikanum er, um alt kemur fram. Ikki minst nú hann – enn eina ferð – er so raskur at sletta um seg við, hvussu nógv lík onnur hava í lastini.

Bjarni Hammer, Jørgen Niclasen, Jógvan Skorheim, Sonja Jógvansdóttir, Annika Olsen, Bárður Nielsen og Kristin Michelsen hava í hvussu er ikki verið í krithúsinum hjá Eiriki Lindenskov, tað eg veit um. Hjá mær rínur tað ikki við. Fyri onnur hava avleiðingarnar verið óbótaligar.

Tá piltarnir hjá Jenisi komu í starv í Miðlahúsinum, so bleiv Jenis friðhalgaður --áðrenn var annarleiðis. Soleiðis kunnu viðurskiftini broytast.

Kristin Michelsen er komin inn fyri Sjálvstýri, og tað hevur Lindenskov ilt í reyvini av. Tað eru tað helst nógv, sum hava havt av Lindenskov eisini.

Eirikur! Tá ið tú skalt eitast at ”analysera”, hví so ikki siga, at ”tað var fantastiskt”, at Sjálýstyri fekk ein tingsess, heldur enn at niðurgera Jógvan Skorheim og Kristin Michelsen? Ella er tað fyri – enn eina ferð – at flyta fokus burturfrá Lindenskov?

Kristin Michelsen