Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

(Mynd: Portal.fo)

Eirargarður 40 ár

2020-04-05 19:03

Tann 9. apríl 1980 fluttu fyrstu fólkini inn at búgva. Í húsunum vóru 4 búeindir, har 12 fólk búðu í hvørjari eind, og hvør eindin hevði sín leiðara.

Hetta vóru fyrstu hús, bygd vóru í Føroyum til sálarliga menningartarnað fólk.

Tey fyrstu, sum fluttu inn, høvdu búð á stovni í Danmark og komu til Føroyar aftur síðst í apríl í 1973, har tey tá fluttu inn í nýbygdu deild 5 á Sth., sum eina fyribils loysn.

Eirargrður 16 A var fyrsta búeindin, sum læt upp, og leiðarin var Ragnhild Dahl, sum hevði lært niðri á Rødbygaard og tí kendi øll búfólkini.

Vit kunnu siga, at húsini á Eirargarði 16 standa sum ein varði, ið sigur komandi ættarliðum, at vit í Føroyum í 1980 vóru til reiðar at hýsa fólkum, sum vóru ófullfør, í sínum egna bústaði. Teimum, sum fyrr vóru send av landinum, sum sjálv ynsktu at koma heim aftur, ella teirra avvarðandi ynsktu tað.

Vit kunnu nú siga tykkum, sum búgva í sambýlinum á Eirargarði hjartaliga til lukku við degnum 9. apríl.

Eisini nýta vit høvi at heilsa og takka tykkum øllum, sum hesi árini hava starvast á Eirargarði 14 og 16.

Og vit minnast búfólk og starvsfólk, sum farin eru.

Helena og Hanus Samuelsen