Eingin Poul, sigur Poul!

2012-10-10 13:09

 Nú gerst niðurbræðingin av Framsókn persónlig. Í dag kom Framsókn og Poul Michelsen við opnum brævi, at flokkurin ynskir fólkavalda tingmannin Janus Rein úr løgtinginum, tí Framsókn skal varðveita báðar tingsessirnar.

Hetta er nokkso ironiskt, tí Poul Michelsen gjørdist uttanfloksmaður, tá ið hann tók seg úr Fólkaflokkinum. Sama gjørdi Sjúrður Skaale, tá hann fór úr Tjóðveldi.

Nú ger Janus ein Poul!

Skulu vit forða teimum, ið eru fólkavald, at hava eina øðrvísi áskoðan enn formenninir í flokkunum?

Sjálvandi ikki.

Tað stendur í stýrisskipanarlógini, at tingfólk skulu til eina og hvørja tíð vera trúføst móti síni egnu sannføring.

Tað var Poul Michelsen, tá hann veittraði Fólkaflokkinum farvæl. Tað var Sjúrður Skaale , tá hann tók seg úr Tjóðveldi. Sama er Janus Rein, nú hann fer frá Poul!

Hetta er styrkin í fólkaræðinum.

Tað er mín vón, at Janus Rein varðveitir sessin í løgtinginum, tí hann hevur verið ein framúrskarandi samstarvsfelagi.

Altíð konstruktivur, altíð fyrireikaður, og so er hann ikki bangin fyri at siga sína erligu meining. Tað sóu vit millum annað, tá ið hann bað formannin hjá mær, Jørgen Niclasen, tiga, tá ið hann snakkaði.

Eg stuðli Janusi Rein, tí uttan hann verður fólkaræðið í Føroyum eina sterka persónligheit fátækari.

Hanus Samró