Eingin ivi, Hallur!

2013-01-28 16:27

Fyrrverandi formaðurin í Ung fyri Miðflokkin, Hallur av Rana, sigur bara helvtina av sannleikanum, tá hann skýrir meg fyri at broyta meining í tíð og ótíð.


Skrotta marknagilsdepilin

Fíggjarlógin var til 2. viðger í løgtinginum mikudagin 12. desember 2012. Tað er púra rætt, at undirritaði í hesum sambandi segði, at vit skulu skrotta marknagilsdepilin. Har hevur fyrrverandi formaðurin í Ung fyri Miðflokkin rætt. Tíverri velur Hallur av Rana at siga helvtina av sannleikanum, tí hann gloymir at endurgeva: “um skúlin kostar 600, 700 ella 800 mió. kr., so havi eg einki ímóti, at vit skrotta marknagilsdepilin.”


Útsøgnin skal síggjast í ljósinum av, at Landsverk boðaði á heysti 2012 frá, at marknagilsdepilin kostaði 150 mió. kr. meir enn ætlað. Samlaði kostnaðurin av verkætlanini kom sostatt upp um 600 mió. kr.


Tað er tað, sum undirritaði er ímóti.   


Veruleikin er tíbetur ein annar. Bygningurin kemur ikki at kosta “600, 700 ella 800 mió. kr.,”men væl omanfyri 400 mió. kr.


Gev landsstýrismanninum arbeiðsfrið

Tað er somuleiðis rætt, at undirritaði segði í kjakinum í D&V týsdagin 18 desember 2012, at: “tað er ótrúliga umráðandi, at vit geva landsstýrismanninum saman við Landsverk, saman við ráðgevunum og saman við bygginevndini, tíð til at gera sítt arbeiði.”


Tað hava teir fingið. Frið fyri mær. Frið at arbeiða. Men fyrst í hesum mánaðinum komu teir á mál. Verkætlanin kemur at kosta 60 mió. kr. meir enn ætlað. Tað er niðurstøðan av arbeiðnum. Men Hallur av Rana segði heldur ikki hendan partin av sannleikanum.


Hóast tað eru nógvir pengar, eru tað 90 mió. kr. minni enn upprunaliga metingin, sum Landsverk kom við á heysti 2012. Næstan triðingurin av teimum 150 mió. kr. eru skavaðar av. Sostatt kemur kostnaðurin av marknagilsdeplinum ikki nær námind teimum “600 mió. kr.,” sum var mítt mark fyri, hvussu langt undirritaði kundi toyggja seg.


Facebook

Tað er eisini rætt, at undirritaði skrivaði á Facebook, at hann fegnaðist um, at privatir aktørar og entreprenørar vóru sinnaðir at byggja nýggjan miðnámsskúla, sum rúmaði HF, tekniska-, handils, og studentaskúlanum í einum og sama bygningi.


Tað er undirritaði framvegis.


Men undirritaði hevur bundið seg til eina avtalu, sum hann heldur fast við. Samgongan samtykti eina løguætlan, sum sigur, hvørjar verkætlanir skulu byggjast. Sambært henni verður marknagilsdepilin liðugur í 2016. Til fyrsta skúladag. Hetta verður ikki bygt av luft og kærleika, men eru hundraðtals milliónir av krónum játtaðar komandi árini. Í 2013 hevur landsstýrismaðurin 133,4 mió. kr. at ráða yvir, meðan 85 mió. kr. leggjast afturat í 2014. Upphæddin økist í 2015 til 95 mió. kr, áðrenn síðstu 90 milliónirnar verða nýttar í 2016, tá hann er liðugt bygdir.


Hetta hevur samgongan samtykt.


Tað er í fínasta ordan, at Hallur av Rana ivast í marknagilsdeplinum, men tað hevði ikki verið óvirðiligt, um hann segði báðar síðurnar av sannleikanum. Heldur ikki er tað neyðugt at fara í panikk, tí fólkaflokkurin stendur saman um marknagilsdepilin.


Lat ongan iva vera um tað!


Hanus Samró, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin