Eingin høvuðsstaður uttan ein tjóðpall

2012-11-07 23:30

Vit mugu gera okkum púra greitt, at skulu Føroyar fáa ein Tjóðpall, so mugu vit havnarfólk taka um endan og bera so í bandi, at hann verður bygdur.

Í “Tíðarinnar bakspegli” um árið 1978 hoyrdu vit herfyri so fræg fólk sum Kjartan Mohr, Knút Wang, Finnboga Ísakson o.o. umrøða eitt løgtingsuppskot um sjónleikarhús. 34 ár seinni sita vit enn og tosa um júst hetta sama.

Tað finnast góðar kreftir í løgtinginum, sum vilja eini tílíkari ætlan væl. Tær eru bara ikki nóg nógvar, og tað verða tær heldur ikki tey nógvu komandi árini. Í Framsókn eru vit sannførd um, at tað einasta rætta er, at Tórshavnar kommuna sjálv setur pengar av til at byggja ein tjóðpall – eitt leikhús, sum umframt at vera karmur um leiklistina eisini kann hýsa øðrum virksemi, sýningum og tiltøkum innan mentanarlívið í kommununi.

Tjóðpallur Føroya stendur best á Skálatrøð, júst so sum nakrir av landsins bestu arkitektum hava skotið upp. Tað styrkir okkum sum borgarar í einum høvuðsstaði, at vit sjálvi taka okkum saman um Tjóðpallin. Ikki vegna tvørrandi viljan í løgtinginum, men tí vit sjálvi vilja og orka, sum tann lítli, men framsøkni metropolurin, vit eru.

Framsókn fer tí at arbeiða fyri, at einar 40 milliónir krónur verða settar av til Tjóðpallin á kommunalu íløguætlanini. Vit fara síðani at virka fyri, at kommunan fer at samráðast við landsmyndugleikarnar um at byggja Tjóðpallin, so at hann gerst ein felags íløga. Skuldi hetta av einihvørjari orsøk ikki eydnast, má Tórshavnar kommuna einsamøll taka ábyrgdina av at fáa hetta neyðuga mentanarhúsið bygt.

Í Framsókn hava vit kannað fíggjarstøðuna og mett um búskaparútlitini hjá Tórshavnar kommunu og burtur úr hesum gjørt okkara egna uppskot um fíggjarætlan og íløguætlan fyri tey næstu fýra árini. Her hava vit Tjópall við !!

Vel rætt týsdagin 13 november. Vel ein framsøknan flokk og vel meg!!