Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eina hjartans tøkk til allar stuðlar

2019-06-08 12:18

Hjartans tøkk tit øll, ið stuðlaðu Tjóðveldi og lista E til Fólkatingsvalið. Ein serstøk tøkk til tykkara kring landið, ið stuðlaðu mær - eri eyðmjúk og sera takksom fyri dygga persónliga stuðulin. Tillukku Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin við sessunum, og blíðan byr Sjúrður Skaale og Edmund Joensen!

Eri takksom og errin av at arbeiða saman við so nógvum góðum fólki. Saman at standa, var okkum givið - nú seta vit kósina móti komandi vali og einari bjartari framtíð fyri land og fólk.

Bestu kvøður

Bjørt