Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein lunkað loysn

2020-05-01 07:37

Verandi støða, sum landsins myndugleikar hava borðreitt fyri okkum í gjár er, eftir mínum tykki, ein lunkaður, vátur vøttur, beint frammaná. 

Við ikki at krevja sóttarhald fyri tey, ið ferðast inn í landið, ger, at vit ikki kenna okkum trygg, og vit fara at vera afturhaldin at brúka okkara pengar her í landinum, tí vit tora ikki út. Vit fara ikki at ferðast í egnum landi, tá vit ikki kunnu vera viss í, at vit ikki møta fólki her á landi, sum møguliga ikki hava verið í sóttarhaldi. 

Tað vil siga, at búskaparliga fara vit at bløða verri enn neyðugt, bæði vegna lítlan innlendis eftirspurning, umframt minkandi eftirspurning í útlandinum eftir okkara vørum og tænastum. Harumframt koma vit at liva ófræls og óttafull. 

Ein tílík lunkað loysn er tað ringasta, ið vit kunnu gera við okkara land.

Um vit nú tóku hina heilu loysnina, og lótu fullkomiliga upp, so skulu vit ikki vænta okkum nakran floym av ferðafólki til Føroya, sum støðan er í heiminum. Fólk byrjaðu at avlýsa teirra ferðir til Føroya væl áðrenn vit nakrantíð byrjaðu at avlýsa. Tó koma nøkur ferðafólk helst hendanvegin, og tað skal bara ein smittaður til at innflyta sjúkuna aftur, og so er “eldur” í aftur. 

Og, hvør veit, - kanska ferðafólk (langtíðar-ferðafólk) fóru at dragast hendanvegin, sum fegin vildu farið í sóttarhald í tvær vikur, um vit kundu tryggjað teimum eitt Korona-frítt land at ferðast og búleikast í, meðan restin av heiminum ikki stendur í eini eins góðari støðu og vit gera í løtuni.

Álit gongur báðar vegir. Føroya fólk hevur livað upp til álitið hjá myndugleikunum. Fara myndugleikarnir at liva upp til álitið, og verja okkum, so vit kunnu liva fræls?