Ein dagstovnur í Kollafirði - frá vøggustovu til frítíðarskúla

2012-10-15 15:17
Umstøðurnar á dagstovaøkinum í Kollafirði eru als ikki nøktandi. Ein heildarloysn má verða funnin við einum nýggjum stovni, ið rúmar øllum heldur enn tveimum lítlum, har hvørgin er góður. Stovnurin skal nøkta tørvin hjá børnum frá vøggustovu til frítíðarskúla. Tórshavnar kommuna hevur áður arbeitt við einari heildarloysn á dagstovnaøkinum í Kollafirði, men arbeiðið er steðga upp. Gongd skal aftur á hetta arbeiðið. 
Við Botnánna 
Hølini hjá dagstovninum við Botnánna eru í ringum standi. Arbeiðsskúrarnir, har frítíðarskúlin heldur til, eru leivdir frá, tá ið Kollafjarðartunnilin varð gjørdur. Skúrarnir vóru tá settir við Botnánna sum fyribilsloysn. Nú, 12 ár seinni, standa teir enn har. Gamlir, óhóskandi og ljótir, somikið illa bjálvaðir at tað er trupult at hava nøktandi hitaviðurskifti innandura. Um veturin verða hølini somikið køld, at børnini til tíðir mugu sita inni í heitum klæðum. Av somu orsøk er torført at gagnnýta hølini sum dagstovn. Hetta hevur somuleiðis við sær, at arbeiðsumstøðurnar hjá námsfrøðingum og hjálparfólkinum gerast truplar. Hølini, ið dagrøktin nýtir, eru ongantíð ætlaði til barnaansing og sera óhóskandi til endamálið. Hesi eru skótahús, sum dagrøktin sleppur at leiga einaferð um vikuna. Eisini har er trupult at hava nøktandi hita. 
Millum Bóla 
Dagstovnurin millum Bóla er í fleiri umførum umvældur soleiðis, at hann í dag er í rímiliga góðum standi. Hóast tað er bygningurin upprunaliga bygdur sum vanligt sethús og tá verða umstøðurnar ongantíð meira enn rímiligar. Bæði foreldur og starvsfólk hava gjørt vart við, at stovnurin liggur ov tætt við ídnaðar- og arbeiðsøki. Árin av hesum kunnu verða dálking og roykur frá skipum og bátum og nógvur larmur frá arbeiðsøkinum. Parkeringsviðurskiftini við stovnin eru als ikki nøktandi. Hetta hava starvsfólk eins og foreldraráð fleiri ferðir gjørt kommununa varuga við. Bygdarvegurin, vegurin inni í bygdini, sum somuleiðis er vegurin millum dagstovnarnar báðar, er sera ótíðarhóskandi, og trygdarkrøv til tílíkan veg mangla í stóran mun. 
Niðurstøða 
Tórshavnar Kommuna skal gera eina heildarloysn fyri barnaansingina í Kollafirði. Mín meining er, at ein nýggjur stovnur verður bygdur, ið húsar øllum børnunum, heilt frá vøggustovu til frítíðarskúla. Hesin skal verða bygdur á økinum, har dagstovnurin við Botnánna er í dag. Somuleiðis er ynskiligt, at økið, har Bank Nordik hevur húsast, verður tikið við. Økið er gott, parkeringsviðurskiftini eru góð. Har er hagi, viðarlund, á og fjøra, ið er eitt tað besta námsfrøðiliga amboðið. Eisini eru aðrir hentleikar so sum fimleikahøll, svimjihøll, ítróttarhøll, læknahøli, skúlin og handil í nærumhvørvinum. 
Tí er mítt ynski, at Kollfirðingar standa saman og velja meg í býráðið tí mítt hjartamál verður fyrst og fremst at seta Kollafjørð á býarkortið.