Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein aftrat

2020-04-19 12:09

Nú var so aftur ein smittutilburður av korona COVID-19. Eingin tilburður hevur annars verið síðan 6. apríl. Meira fáa vit ikki at vita um hetta í útvarpstíðindunum henda sunnumorgunin 19. apríl, og vit standa tí eftir við nógvum ósvaraðum spurningum. Tað kann jú vera, at Útvarpið ikki veit meira enn hetta. Mín spurningur er tí, hava tey spurt seg fyri hjá røttu viðkomandi, um meira er at frætta um hesa hending? Ella er okkurt, sum ikki má berast víðari?

Fyrst er at siga, at nógvir føroyingar, starvsfólk og virki leggja nógv fyri hesa tíðina at verja okkum øll móti smittu. Og rætt skal vera rætt, at samfelagið, sum sambært Margaret Thatcher ikki er til, hevur víst sín góða vilja at rætta teimum, sum eru komin illa fyri, eina hjálpandi hond. So samfelagið er til, og vit vilja fegin, at tað heldur áfram at vera til.
Teir einstøku persónar, sum velja at fylgja tilmælunum, leggja eisini nógv fyri. Hetta fyri at verja okkum sjálvi, vit sum eru í vandabólki, og fyri at verja onnur. Og eg hevði í hvussu er havt ringt við at góðtikið, um eg av gáloysni smittaði onkran, sum kanska ikki kom undan hesum við lívinum. Vit fylgja tilmælunum og royna at fanga essensin í kreppukunningini. Men eg vildi meint, at vit eisini áttu at fingið aðra meira almenna kunning, ikki bara strategiska.
Í hesum førinum í dag við hesum nýggja tilburðinum, hví kunnu vit ikki fáa at vita, hvar í landinum viðkomandi býr? Er talan um onkran, sum nýliga er komin til landið? Er talan um ein í sóttarhaldi, sum síðan hevur fingið sjúkuna? Hevur viðkomandi verið saman við nógvum fólkum, áðrenn sjúkan breyt út? Ella hevur viðkomandi verið óansin og kanska ikki fylgt tilmælunum.
Hetta hevði hjálpt okkum at skilt støðuna og tilmælini betur, og hetta hevði forðað fyri óvissu og gitingum.

Nú vita vit, at í kríggi er fyrsti taparin altíð sannleikin. Í tí sambandi havi eg hug at spyrja, hvat tað vil siga, at almenna kringvarpið er partur av tilbúgvingini, og hevur tað ávirkan á, hvørji tíðindi ella upplýsingar KVF kann bera víðari til lurtaran ella hyggjaran. Eru onnur atlit nú galdandi enn tey vanligu journalistisku? Og skal alt viðvíkjandi korona nú metast sum kreppukunning? Vit vita, at slaturin gongur.
At eg kundi hugsað mær at fingið meira at vita um seinasta tilburðin hevur einki at gera við, at eg vil hava at vita, hvør viðkomandi er, ella um hann ella hon er av góðum ella ringum slag, um hann ella hon velur rætta flokk o.s.fr. 

Eitt nú verður tosað um vandan fyri stigmatisering, at tey smittaðu verða sett í bás sum ábyrgdarleys ella ómoralsk. Men eg rokni við, at vandin fyri stigmatisering økist, um vit ikki fáa fulla veruliga kunning, tí hetta er fyritreytin fyri at sleppa undan gitingum og at døma onnur á skeivum grundarlagi. Eisini so at vit kunnu meta um okkara sóttarhald í einum størri væl lýstum høpi.
So eg haldi, at her eiga miðlarnir, og serliga tey, sum leggja vekt á at verja journalistiska fakið, at spyrja seg sjálvi, um kunningin í hesum koronatíðum er nøktandi.

Erhard Jacobsen