Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Eigur landið at selja sín part í Banknordik?

2016-04-06 16:38

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss

Viðvíkjandi sølu av parti landsins í Banknordik

1) Er eigarapolitikkur orðaður fyri peningastovnar og aðrar almennar fyritøkur, grunnar v.m. innan øki hjá Fíggjarmálaráðnum?

2) Er nøkur ætlan um at lýsa fyrimunin av, at landið selur sín ognarlut í Banknordik?

3) Um svarið er ja til spurning 2, kann landsstýrismaðurin so greiða frá ætlaðu gongdini í málinum?

Viðmerkingar

Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu stendur soleiðis orðað: “Alment og privat eru fortreytir fyri hvørjum øðrum. Stuðlast skal undir privat framtakssemi, íverkseting og nýmenning. Tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri. Ein eigarapolitikkur skal orðast fyri almennar fyritøkur, grunnar o.a., sum eisini skal lýsa, um ávísar almennar fyritøkur, hvørs uppgávur eru vinnuligar heldur enn almennar, kunnu verða einskildar."

Spurningurin er, við hvørji grundgeving tað almenna skal eiga part av einum banka millum aðrar í føroyska samfelagnum – hvørjir eru fyrimunirnir, og hvørji eru vansarnir. Ført hevur verið fram fyrr, at landið eigur ikki at selja, fyrr enn rættur prísur kann metast at fáast fyri partin. Men hinvegin kann førast fram, at verður selt fyri lágan prís heldur enn høgan, so kemur tað íløguhugaða borgaranum til góðar.

Um parturin hjá tí almenna í Banknordik verður seldur, kundi peningurin verið nýttur til at styrkt um haldførið við at gjalda niður skuld ella við at seta í búskapargrunn. Eisini kundi peningurin verið settur  í raðfestar verkætlanir, íløgur ella vinnumenning, sum gagna samfelagnum.

Á  Løgtingi, 5.apríl 2016

Hanna Jensen