Eg eiti Beinta Klakstein og eg bjóði meg fram til býráðsvalið í Klaksvík 2012.

Tað eru mong viðurskifti, ið hava mín áhuga og sum eg ynski at arbeiða fyri skulu gerast betur, men eg havi valt at seta fokus á hesu 4 málini, sum standa niðanfyri, tí tað eru viðurskiftir, ið viðkoma menniskjum og hevur tað mín størsta áhuga. Og grundarlagið undir einum og hvørjum býi ella eini og hvørjari bygd, eru tey menniskju ið búgva og liva har og tað má Klaksvíkar Kommuna hjúkla um.


Alternativar bústaðarmøguleikar til ung, familjur, eldri og fólk ið bera brek

Betri kor hjá barnafamiljum

Kvalitetstrygd innan dagstovnaøkið

At hjúkla og betra um tað sum vit hava her í Klaksvík og nærumhvørvinum.

Egnan bústað til sámuligan prís

2012-10-23 05:53

Eitt rættiliga stórt tal av klaksvíkingum eru lesandi uttanlands í løtuni. Ein fyritreyt fyri, at hesi skulu koma heimaftur til Klaksvíkar, og fyri at onnur kunnu vera verandi í Klaksvík, er, at tey hava okkurt at búgva í. Støðan í samfelagnum í dag er soleiðis, at tað kemur til at ogna sær ein bústað, seta bankarnir sera høgar treytir fyri lántøku. Tað eru fá, ið liva upp til krøvini.

"So kann man bara leiga"............jú, tað kann man, men tú skalt vera sera heppin at fáa nakað at leiga í Klaksvík, og veruleikin er, at flestu fólk ynskja sær sítt egna at búgva í, soleiðis at tey vita, at tey kunnu vera verandi í sínum heimi í rúma tíð.

Eg veit um mong, ið fegin vilja keypa sær okkurt at búgva í Klaksvík, men treytirnar eru ov harðar. Fólk hava heilt einfalt ikki ráð.

Og her er spurningurin so, hvat Klaksvíkar kommuna kann gera? Her má hugsast í øðrum banum enn áður, og tí ræður um at vera frammanfyri. Neyðugt er at hugsa um alternativar bústaðarmøguleikar.

Nú tað ber til at byggja lutaíbúðir í Føroyum, kundi Klaksvíkar Kommuna tikið stig til byggiverkætlan við lutaíbúðum og at stovna eitt lutaíbúðarfelag. Ella kundi kommunan útvegað grundstykki til endamálið, soleiðis at, til dømis, eitt óheft lutaíbúðarfelag lættari kundi farið í holt við at byggja lutaíbúðir.

Ein annar møguleiki er, at Klaksvíkar Kommuna velur at byggja 20 hús á grundstykki, sum kommunan longu eigur. Talan kundi verið um tríggjar ymiskar støddir, soleiðis at bæði familjur og einstaklingar kunnu keypa.

Eg veit, at tað ber til at fáa lyklaklár hús, sum eru 60+40 fermetrar fyri kr. 530.000. Tú skalt bara hava eitt stykki at seta tað á. Tað kundi so verið minsta støddin. So kundi samlaði prísurin ligið úr umleið kr. 600.000 upp í kr. 800.000, og tá fær kommunan stóran part av prísinum á grundstykkinum innaftur.

Hetta eru møguleikar, har kommunan má leggja nakað av peningi út, men sum kommunan eisini fær innaftur, tí hetta ger, at fólk kunnu keypa sær ein bústað fyri sámuligan prís og verða búsitandi í býnum. Og harafturat fara bíligu bústaðarmøguleikarnir at gera, at útisetar velja at koma heimaftur, búseta seg í Klaksvík og harvið fær býurin fleiri inntøkur.