Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eg vóni tú vinnur, Annita

2019-06-18 20:23

Annita á Fríðriksmørk vendir sær frá "loysing nú"-samtyktini, og setir aðra kós. Tað er gott. Men tað er framvegis ikki greitt, hvør kós er galdandi

Sjúrður Skaale

Eitt ávíst orðaskifti stóðst av greinini "veljarin tók loysingina av skrá", sum eg hevði í Sosialinum mikudagin.

Eg skrivaði greinina, tí ovasta leiðsla Tjóðveldisins á flokstinginum í Hovi tann 6. apríl setti loysingina á skrá, tá hon samtykti hesi orð: “Tjóðveldi fer tí til løgtingsval við kravi um, at loysingin nú skal fremjast í verki.”

Hetta kravið bleiv í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið endurtikið upp í saman. Í ymiskum variantum. Tað var eingin ivi um, at Tjóðveldi meinti tað. Loysingin skuldi takast - og hon skuldi takast nú!

Hvønn verður hetta krav sett fram til?

Samstarvsflokkarnar , sjálvandi.

Skulu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið samstarva eftir næsta val, so verður tað altso við einum kravi frá Tjóðveldinum um, at nú skal loysingin takast.

Hvat skal Javnaðarflokkurin gera við tað? Skulu vit bara ignorera tað og siga: "Ja ja, tað er gott við tykkum. Vit koyra víðari sum um einki er hent. Vit trúgva ikki at tit standa við tað, sum tit sjálv samtykkja og siga."

Sjálvandi ikki. Javnaðarflokkurin má taka tað í álvara, sum Tjóðveldi samtykkir. Alt annað hevði verið bæði arrogant, óforskammað og frekt.

Sýna virðing

Kortini hava fleiri tikið tað illa upp, at eg í eini grein tók kravið í álvara og vísti á, hvørjar avleiðingarnar verða fyri samgonguna, um tað stendur við. Annita á Fríðriksmørk fær tað enntá til, at eg "traðki á" tann flokkin, sum tapti fólkatingsvalið, og skýrir greinina eitt "álop".

Tað var avgjørt einki "álop". Tað var hinvegin at sýna Annitu og Tjóðveldinum virðing at siga greitt og týðuliga, at kravið um loysing ikki kann verða eftirlíkað saman við Javnaðarflokkinum. Og so mælti eg til, at kósin verður justerað - júst fyri at samgongan skal kunna halda fram.

Tí sjálvandi kann verandi samgonga samstarva um eina rúgvu komandi árini. Flokkarnir kunnu eisini, sum higartil, reka hóvligan sjálvstýrispolitikk saman.

Men ein fortreyt er, at kravið um loysingina, sum varð samtykt í Hovi, verður slept.

Vóni Annita vinnur

Orðaskiftið farnu vikuna hevur bent á, at tað er júst tað, sum hendir.

Annita á Fríðriksmørk sigur enntá í síni grein, at Tjóðveldi so ella so bara vil tað sama sum allir aðrir flokkar, tá um fullveldi og loysing ræður. Tí kann Tjóðveldi eisini samstarva við allar flokkar eftir valið, sigur hon. Enntá Sambandsflokkin.

Tað má mann kalla eina kúvending. Tí eitt er vist: Sambandsflokkurin fer aldrin at góðtaka kravið um loysing.

Tað, eg gjørdi í míni grein, var at taka samtyktirnar og fráboðanirnar hjá Tjóðveldinum í álvara.

Tað er Annita á Fríðriksmørk ikki so glað fyri. Og tað er kanska ikki løgið, tá mann lesur hennara egnu grein. Tað er jú týðuligt, at hon sjálv ikki tekur tað í álvara, sum hennara egni flokkur hevur samtykt og sagt.

Men so er spurningurin, hvat er galdandi. Tað, sum bleiv samtykt í Hovi og sagt í júst farna valstríði - ella tað, sum Annita og onnur siga nú.

Bæði kunnu ikki vera galdandi í senn, tí tey peika hvør sín veg.

Eg vóni, at Annitusa hóvliga kós vinnur. Tí so er slóðað fyri, at samgongan kann halda fram, og vit fáa fýra ár afturat við politikki, sum snýr seg um korini hjá fólki og landi.