Eg taki ábyrgd !

2012-11-08 05:07

Borgarar í Tórshavn hava altíð stuðlað uppundir nýggj átøk á skúlaøkinum. Hóast hetta, í mesta mun, átti at verið ein  landsuppgáva, so hava lærarar, skúlaleiðslur, foreldur, skúlastýrislimir og annað gott fólk, í felag lyft manga uppgávuna og sett nýggj tiltøk í verk.

Sum skúlastýrisforkvinna í 4 ár í Kommunuskúlanum og við royndum í millumtjóða nevndum í m.a. Norðurlandaráðnum, havi eg í verki víst, at eg eri ikki bangin fyri at taka ábyrgd og eri fús at bjóða meg framm á politiska vígvøllin at virka fyri at skapa størri trivnað og gera kommuna til eitt betri pláss at búleikast í.

Her eru bert nøkur dømi, ið eg stuðli fult og heilt:

X   Musikksúla Miðnám – eitt tilboð til dugnaligar tónleikarar, ið varð byrjað av einstaklingum á Tórshavnar Musikkskúla.  Ein succes við altjóða formati, byrjað av góðum kreftum, her í mentanarbýnum Tórshavn.

X   Listaflokkur í Tórshavnar Kommunuskúla, har ið børnini hava fingið eina betri fatan av mentan og list í øllum sínum ríkidømi og margfeldni. 

X   Litir í leiki – enn eitt tilboð fyri at fjálga um kreativu evnini hjá børnunum. Hetta er í stóran mun eisini til at betra um innlæringina. 

X   Fótbóltsflokkur í framhaldsdeildini – vit fegnast um, at ungdómar í framhaldsdeildini verða hildin til í skúlanum, so tey bókliga ikki verða eftirbátar. Tilboðið skal – nú royndartíðin hevur víst okkum at hetta riggar, vera enn fleiri í boði. 

X  Fjarundirvísing – við tí framkomnu tøkni, ið dag er til taks, hava átøk verið gjørd, so lærari og næmingur í m.a. Stóru Dímun kunnu samskifta. Hetta er jaligt tiltak og er bert at stuðla hesum enn meira.

Øll hesi nevndu eru sett í verk av framfýsnum lærarum, leiðslum og foreldrum, ið vilja styrkja og stuðla tí sera týdningarmiklu menningina hjá skúlaungdómi.

Hesi fólk eru dýrgripar fyri okkum í høvuðsstaðnum.

Eg vil vera ein sterk kvinnurødd í Býráðnum, ið veit, at framskygni og miðvíst arbeiði ber  framm á leið.

Týdningarmesta virði eru okkara børn og ungdómar og tey ið dagliga starvast við okkara framtíðar tilfeingi. 

X   Andrea Heindriksdóttir  -  so hendir nakað