Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eg eri samdur við Fólkaflokkin!

2021-11-15 12:09

Sjálvandi taka føroyskir politikkarar og føroyskir flokkar undir við Føroyum skulu gerast fíggjarliga sjálvbjargin - at okur skulu stýra føroyska samfelagnum uttan blokkstuðul frá Danmark. 

Hetta er jú inngrógvið í okkum - og flestu okkara siga við okkara børn og ungu, at tey skulu stremba ímóti at verða sjálvbjargin - at klára at svara hvørjum sítt ! 

Hetta er jú ein partur av stóltleikanum hjá tí einstaka og hjá okkum sum familjur - tað at kunna hava ræðið á egnum lívi og egnum viðurskiftum. 

Á sama hátt eigur eisini at stremba ímóti at verða fíggjarliga sjálvbjargin sum samfelag - og fáa uppbygt eitt enn stóltari Føroyar, sum klárar seg uttan fíggjarligan stuðul frá øðrum 

PS: Eg eri annars samdur við Fólkaflokkin, sum boðaði frá, at “tað verður ein gleðisdagur, tá vit eru før fyri at stýra tann føroyska búskapin uttan nakran blokk.” 

Lesið annars umrøðuna av málinum her: https://www.tjodveldi.fo/?p=11376 

Dennis Holm