
Eftirviðgerð
2021-04-09 14:17
Dokumentarsendingin í gjárkvøldi gav politiska myndugleikanum eina ábreiðslu.
Sum fyrrverandi forkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu kenni eg nakað til økið og avbjóðingina.
Vaktarskifti, eins og broytt virksemi á Sernámi, førdi við sær, at ‘tala og hoyrn’, sum vit kenna tað, varð húsvill.
Tilboðið til kommununa var, at lata hesa tænastu virka nøkur ár afturat í leigaðum høli hjá kommununi.
Vit kenna hetta tilboðið sum sera kærkomið, bæði hjá seinheilaskaddum, hjá ymsum sjúkubólkum eins og hjá fólki við viðføddum breki av hesum slagi.
Tænastan hevur á leið ein mansaldur á baki og er í serklassa hvat royndir, vitan, breidd og samskifti, viðvíkur. Tí var tað hjá mær ikki ein spurningur, men avgjørt neyðugt at samstarva um hesi viðurskifti í eini undantaksstøðu í styttri áramál, so tilboðið ikki datt niðurfyri.
Trivnaðarnevndin samtykti at játta hesum, men hetta fekk ikki víðari undirtøku í mentamálanevndini, við grundgevingum um, at hetta ‘kom undir’ stuðul til privata vinnu.
Um hetta mundi var eisini vaktarskifti á Vaglinum, í og við at býráðsval stóð fyri durum. Sostatt varð hetta eitt av síðstu málunum, - og sum tíverri ikki gekk ígjøgnum.
Bergun Kass