Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

http://lesarin.fo/myndir/myndin-6162_r_75_75.jpg

Eftirskúli fyri ung við serligum tørvi

2019-08-23 18:34

Eftirskúli fyri ung við serligum tørvi

Nógv foreldur, sum eiga børn við serligum tørvi, hava avbjóðingar at finna hóskandi skúla og tilboð til teirra barn eftir loknan barnaskúla.

Vit hava í dag m.a. Rásina í Runavík, men hví ikki bjóða hesum børnum á eftirskúla?

I Vesturjútlandi er ein sera góður eftirskúli til børn við serligum tørvi, tað veri seg bæði børn við likamligum avbjóðingum og børn við sálarligum avbjóðingum.

Skúlin bjóðar teimum handaligar lærugreinar og rokning og málførleikar. Har kann man læra tónleik, at seyma, at gera mat, smíð, at baka os.fr. einans hugflogið er avmarkingin.

Skúlin er við til at menna øll børnini og hjálpir teimum at finna teirra styrkir og gevur teimum harvið sjálvsvirðing. Hóast man t.d. ikki dugir so væl at lesa og rokna, kann man vera fantastiska væl fyri handaliga.

Lat okkum skapa ein eftirskúla sum hendan í Føroyum.

Oda W. Andreasen
Valevni fyri Framsókn