Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eftirmeting av eldraøkinum.

2020-09-13 17:24


Í sambandi við at løgtingsfólk biðja um eftirmeting av eldraøkinum, nú ein tíð er liðin síðani økið varð lagt út til kommunurnar at umsita, vil eg sum forkvinna á økinum í Tórshavnar kommunu, geva mítt íkast.

Okkum kunnugt varð økið lagt út við einum fíggjarleisti og fíggjarlykli, sum var eitt sindur løgin samanskrúvaður, - tað kann í sjálvum sær geva orsøk til endurskoðan, men verður ikki tað eg fari at viðgera her.

Hinvegin er tað sjálv røktin, uppgávan at veita eldri borgarum ta tænastu, sum teir hava rætt til.

Fíggingin av eldraøkinum hjá Tórshavnar kommunu svarar á leið til ta játtan, sum fylgdi við økinum, tá tað bleiv lagt út. Tó hava umsitingarligar meirútreiðslur staðist av, at økið bleiv yvirtikið.

Fyrsta tíðin hevur serliga verið merkt av, at økið bygnaðar- og fyrisitingarliga skuldi byggjast upp av nýggjum.

Heilsu- og umsorganartænastan setti egið fíggjarfólk á økið, júst við hesum fyri eyga, at fáa eina góða, greinaða og arbeiðsliga eind at ráða yvir.

Hetta hevur eydnast og er støðugt í menning, soleiðis at vit nú eisini arbeiða við at fáa rakstrarligar fyrimunir ella sokallað stórrakstrarfyrimunir av at hava eina so nuanceraða mynd av rakstrarøkinum.

Eisini eru og hava verið bygnaðarbroytingar og tillagingar alla tíðina, fyri at finna fram til bestu skipan og bestu tænastu.

Afturvendandi spurningar ella ynski frá starvsfólki hevur verið at fingið sjónliga dagliga leiðslu á heimini, hvørt sær.

Eisini er ynski um hægri starvsfólkanormeringar á økini.

Til hetta er at siga, at dagligur rakstur og bygnaður er skipaður sum fyrisiting undir borgarstjóra, tó haldi eg, at um tað er eitt stórt politiskt ynski um ávísan bygnað, í hesum føri leiðslubygnað ella annað, ber til at tilskila hetta sum mál og málsøki í einum nýggjum samgonguskjali, nú býráðsval stendur fyri framman.

Viðvíkjandi normeringum kann eg sum politikari vísa á ynski um størri játtan.

Á bústovnum verður eldraøkið best rikið við einum ávísum tali av starvsfólki hoyrandi til eitt ávíst tal av búfólki. Hetta starvsfólkatalið ynskja vit hægri, í minsta lagi eitt starvsfók fleiri til hvørja eind.

Á bústovnum í TK tosa vit um eini 15-20 eindir.

Tað eru nógv viðurskifti, ið tala fyri hesum, og vit kunnu taka Boðanesheimið sum dømi.

Tá heimið skuldi takast í nýtslu var neyðugt, fyri at fáa pengar frá landinum, at fylla húsið.

Sostatt fluttu fleiri fólk inn á heimið, sum vóru lutfallsliga væl fyri.

Í dag, fleiri ár seinni, eru búfólkini eldri, verri fyri, meira røktarkrevjandi og í fleiri førum doyggjandi.

T.v.s. at økið er nógv tyngri umsorganarliga.

Tað næsta er at starvsfólkini á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu eisini eru vorðin eldri og hevur hópurin ein høgan miðalaldur.

Tað vil við øðrum orðum siga, at starvsfólkaorkan ikki er tann hon hevur verið, uttan at eg her sigi, at tey ikki gera eitt fyrimyndarligt, hjartaligt og gott arbeiði.

Men tey skulu hava virðiligar arbeiðsumstøður hóskandi til orku og uppgávu.

Tað triðja er, at vit ikki enn hava fingið eitt hospice, og at henda tyngra røktartænasta í størri og størri mun verður løgd á eldraøkið.

Alt hetta undirstrikar, at vit hava brúk fyri fleiri hondum.

--

Omanfyri havi eg nevnt bústovnar, men vit hava sjálvsagt eisini heimarøktina.

Umframt dagliga røkt, verður eitt miðvíst arbeiði gjørt við rehabilitering, og í størri mun hjálp til sjálvhjálp, soleiðis at tey eldru eru sjálvbjargin so leingi sum til ber.

Hetta verður gjørt bæði heima hjá teim eldru, í verandi facilitetum á heimum og í býnum.

Fakliga er hetta eisini ein verkætlan í samstarvi við Nordisk Ministerråd í samskifti við aðrar stórbýir.

---

Eg havi her verið inni á verandi tænastu og verandi rakstri á eldraøkinum, men økið er í støðugari menning, sum eisini vil krevja nakað hægri játtan.

Bæði orsakað av, at vit verða fleiri eldri og eisini, at vit víðka um karmarnar og flyta okkum inn á nýggj øki, serliga innan fyribyrgjan.

Eitt nú fer nýggi umlættingardepilin at fevna fleiri eldri og geva økinum spennandi og betri karmar.

Politiskt eiga vit at umrøða fyribyrgjan sum eina størri heilsufakliga tænastu á eldraøkinum innan fleiri øki, bæði í samb. við kroniskar sjúkur og eisini í samb. við at eldast.

Samanumtikið vilja vit siga, at vit ynskja hægri játtan til normering, til nýggj virkisøki og til fyribyrgjan, sum uppá sigt sæst aftur sum betri lívsdygd hjá teim eldru, og seinni sum fíggjarligur vinningur, í og við at tørvurin á røkt verður minni.

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn