Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Edva spyr um bú- og umlættingartilboð og virknistilboð

2021-02-09 12:46
Sosial- og almannapolitikkur - 

Tað er mín vón og mítt ynski, at bú- og umlættingartilboð og fleiri virknistilboð verða høgt raðfest, jú fleiri tilboð, jú betur … tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

Á tingfundinum mikudagin 10. februar, fer løgtingskvinnan úr Fuglafirði at seta Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ein munnligan fyrispurning um hesi viðurskifti.

Edva vil hava at vita, hvat ítøkiligt kemur av bú- og umlættingartilboðum í 2021?

Eisini vil hon hava at vita, hvat ítøkiligt kemur av virknistilboðum í 2021?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Edva, at tað er alneyðugt, at bú- og umlættingarpláss verða veitt til tey, sum hava ein serligan tørv og bíða eftir hesi tænastu frá Almannaverkinum.

Eisini eru fleiri virknistilboð alneyðug fyri trivna í dagligdegnum.

Seinast árini er lítið ítøkiligt hent á økinum. Eingin spaki settur í. Hetta skapar sera stóran ótryggleika, bæði fyri tey, sum bíða eftir plássi og teirra avvarðandi, og tað ørkymlar. Serliga tá tørvurin er so stórur runt alt landið. Hetta var eisini tað, sum vit hoyrdu stjóran á Almannaverkinum siga frá.

Síðan hendan samgongan kom til, er eitt dagtilhald fyri fólk við demens undir 67 ár latið upp á Glyvrum. Hetta er til stóra gleði fyri øll tey, sum nýta hettar tilboð, og teirra avvarðandi.

Eisini er løgtingsmál um Sambýli á Mýruni í Hoyvík samtykt í løgtinginum í januar í ár.

Eitt løgtingsmál um bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu er eisini borðið niðan í Tingi í ár.

Alt hetta er bæði gott og gleðiligt.

Við vón um at síggja nógv nýtt á hesum øki komandi árini, seti eg landsstýriskvinnuni hesar fyrispurningar.

Sambandsflokkurin