Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Det Vilde Vesten

2019-06-17 15:57
Vinnupolitikkur - 

Ferðavinnan hevur alvorliga tikið dik á seg seinnu árini, og tað hevur gagnað føroyingum, men ikki øllum. Tey, ið eiga jørðina og festibøndur hava ikki fingið tað tey hava rættindi til.

Vit skulu skipa ferðavinnuna soleiðis, at øll ferðafólk skulu gjalda minimum 400 kr. tá tey koma til landið. Tey, sum eru Ríkisborgarar í Danska Kongaríkinum, og útlendsk arbeiðsfólk, skulu sleppa undan hesum gjaldinum.

Tað skal vera lygn, at vit skulu gjalda helvtina av okkara løn í skatti og avgjøldum, fyri at halda hetta landið koyrandi, ímeðan turistar skulu fáa ágóðan av okkara náttúru og okkara almannaveitingum, uttan at gjalda klovið oyra fyri tað.

Menna landbúnaðin og útjaðaran

Teir pengarnir, sum koma inn skulu millum annað býtast út til allar hagapartar í Føroyum, so vit sleppa undan at seta bummar upp allastaðni, tí tað skaðar ferðavinnuna. Teir hagapartar, sum eru mest vitjaðir, skulu kunna søkja útgjald úr grunninum vegna størri forbrúk og útreiðslur til viðlíkahald.

Hetta ferð at gera tað møguligt hjá landbúnaðinum at mennast og at endurnýggjast.

Menningargrunnur

Ein nevnd skal umboða grunnin, har nevndin m.a. er mannað við umboðum frá ferðavinnuni og landbúnaðarvinnuni.

Grunnurin skal hava til endamáls at menna ferðavinnuna, gjalda hagunum, veita stuðul til forbetringar á ymsu ferðamannastøðunum.

Landsverk skal hava ábyrgdina av, at bygdagøturnar vera viðlíkahildnar, og tí skal stovnurin kunna søkja grunnin um fígging til endamálið.

Kommunurnar skulu eisini sleppa at søkja til at hampa um bygdirnar kring landið.

Hans Marius Edvard Høgnesen

RN