Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dagstovnaøkið hevur tørv á fleiri yrkislærdum starvsfólkum

2019-07-11 17:19

Tað er ein týdningarmikil uppgáva, at syrgja fyri at børnini í okkara landi trívast, hava tað gott, mennast og læra. Tað eru mong starvsfólk sum fara til arbeiðs hvønn dag, við tí fyri eyga, at geva børnunum bestu umstøður at vaksa upp í. Tey eru mong í hava valt hetta lívsstarv, tí hetta er tað sum tey brenna mest fyri. Fleiri av teimum hava gingið í skúla fyri at fáa vitan um hvussu arbeiði við børnunum, verður gjørt á besta hátt.

Sjálv havi eg í fleiri ár starvast innan hetta økið, og hevur hvør dagur havt nógv ymiskt at bjóða. Tað er ein fragd og gleði at hava møguleika at vera saman við børnum hvønn dag, og síggja hvussu tey mennast og vaksa. At skipa fyri og skapa umhvørvið sum er áhugarvert og læruríkt, og sum gevur børnunum ymiskar avbjóðingar, soleiðis at tey hava møguleika at menna ymiskar førleikar bæði kognitivt, sosialt og kropsliga, er ein týdnigarmikil uppgáva.

Sum námsfrøðingur, hevur tú nógvar ymiskar uppgávur at loysa, og nógvar verða gjørdar í tøttum samstarvi við foreldur og aðrar avarandi fakbólkar. Tað eru fleiri barnaverndarmál, har námsfrøðingurin hevur ábyrgdina av menningini hjá barninum tað tíðina tað er á stovni, og skipa fyri tiltøkum, til gagns fyri barnið. Eisini eru tað børn við avbjóðingum av ymiskum slag sum t.d. ADHD og Autismu, sum skulu hava serliga tilrættislagdan gerandisdag, fyri at dagurin hjá teimum skal vera góður og mennandi. Tað krevur góðar førleikar at røkja hesa uppgávu, soleiðis at umhvørið er gott og mennandi at vera í.

Hvørt einstakt barn skal hava umsorgan, samspæl, nærveru og samtalu, fyri at mennast á besta hátt.

Alt hetta krevur tíð bæði til fyrireiking, soleiðis at arbeiði er væl fyriskipað, og soleiðis at hvørt einstakt barn fær tað tíðina sum skal til, eisini krevur hetta yrkislærd fólk soleiðis at hetta verður gjørt rætt.

Støðan í dag er tann at dagstovnaøkið manglar yrkislærd starvsfólk, tí er neyðugt at økið fær hægstu politisku raðfesting, soleiðis at átøk kunnu gerast fyri at tryggja teimum minstu borgarunum í okkara landi, tær bestu umstøðurnar at vaksa upp í.

Tað er tørvur á at minstamark verður sett á normering, soleiðis at børnini hava tey starvsfólkini um seg, sum eru so týdningarmikil fyri teirra trivna og menning, og átøk mugu gerast fyri at fáa fleiri yrkislærd starvsfólk til dagstovnaøkið.