Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

CoViD19-kreppan undirstrikar týdningin av fíggjartrygdarneti undir okkum øllum

2020-03-16 13:16
Samfelagshjólini mugu snara. Um ikki, verður galin endi. Í krepputíðum sum hesari er tað, at landastýrini kring heimin skulu vísa sítt virði við at taka ábyrgd og traðka til við skipanum, sum tryggja, at alt ikki steðgar upp. Eingin eigur at verða sleptur uppá fjall, sum er púra ósekur í, hvussu støðan er. Men hvussu tryggja vit øllum borgarum eitt fíggjarligt grundfesti at standa á, so øll snikkaleys yvirliva hesa kreppuna og kreppur, sum fara at koma?

Nú støðan er, sum hon er, har nógv - púra óuppiborið - missa alla sína inntøku ella eru í vanda fyri missa ein stóran part av henni, er neyðugt at gera alt fyri at tryggja allar borgarar fíggjarliga onkursvegna. Tá so gott sum alt virksemi - ferðing, handil og felagslív - steðgar upp, skal jú ikki nógv til fyri at koppa serliga smáum fyritøkum. Tænastuvinnan er serliga hart rakt. Og tað gongur út yvir okkum øll. Ikki bara tey, sum missa síni arbeiði.

Skulu búskaparhjólini haldast í gongd, mugu vit fyribyrgja, at alt ov nógvir einstaklingar og fyritøkur fara á heysin. Tað er neyðugt at tryggja, at vinnan er virkisfør og kann koma aftur við fullari styrki, tá eftirspurningurin aftur veksur eftir kreppuna. Fólk mugu ikki fáa grundarlagið undir virksemi sínum hálað undan sær, so tey kanska missa sínar fyritøkur, hús og heim. Okkurt trygdarnet má vera fyri, at alt vanligt og neyðugt virksemi kann halda fram, tá kreppan er av.

Eitt fíggjarligt grundstøði at standa á

Fyri at stimbra búskapin mæla nógv nú - har ímillum nógvir samfelags- og búskaparfrøðingar úti í heimi, bæði til høgru og vinstru - til at veita øllum borgarum eina treytaleysu grundinntøku, tvs. eina minimumsupphædd, ið tryggjar yvirlivilsi hjá øllum borgarum, so øll hava okkurt at standa ímóti við, tá á stendur, og ikki risikera at missa alt, bara tí tey t.d. missa inntøku nakrar mánaðir. Ein treytaleys grundinntøkutrygd gevur fólki frælsi til sjálvi at leggja so stóra inntøku omaná grundinntøkuna, sum tey megna at forvinna. Og fólk sleppa undan teim frælsisskerjandi krøvum og tvingsli, umframt tí stigmatisering, sum liggur í núverandi skipanum.

Ein grundinntøkutrygd til øll er nettupp ikki ein “olmussa”, men ein viðføddur rættur, sum allir borgarar eiga at hava til eitt grundstøði at standa á. Tað hevur stóran týdning, at øll sleppa at veita sítt fulla ískoyti sum samfelagsgagnligir medborgarar. Grundinntøkan má tí vera treytaleys - tvs. fólk mugu hava frælsi til at tjena so nógv aftrat grundinntøkuni, sum tey vilja, uttan at verða revsað fyri tað, soleiðis sum tey verða nú, har fólk eru noydd at halda seg óvirkin fyri at varðveita rættin til arbeiðsloysisstuðul. At vera fasthildin í óvirkni á henda hátt kann gerast ein óndur snyril, ið er torførur at sleppa burturúr, tí fólk tora ikki at royna at byggja nakað upp og skapa sær eitt arbeiði sjálvi av ótta fyri at missa trygdina fyri lívsgrundarlagnum, sum stuðulin er fyri tey arbeiðsleysu.

Ein skipan við grundinntøkutrygd til øll eliminerar henda ótta, og gevur øllum frælsi til at arbeiða og forvinna so nógv, sum tey vilja og kunnu, aftrat grundinntøkuni. Hon tryggjar øllum borgarum líka møguleika fyri at yvirliva kreppur, so eingin óuppiborið dettur niður í millum. Tá øll hava sama rætt til eitt grundstøði at standa á, kann tað ikki minst vera við til at bróta sosialan arv og stigma.

“Put the money in our hands!”

Í USA eru nógvar røddir frammi í løtuni - bæði millum republikanarar og demokratar - um, at ein slík grundinntøkuskipan er ein gongd leið, sum støðan er - ikki minst í mun til, at alt fleiri størv eisini verða automatiserað við tíðini. “Put the money in our hands!” er slagorðið. Hildið verður, at tað er búskaparliga skilagott at kanalisera pengar beinleiðis út til fólkið sum “cash”, tí tað er fólkið fyrst og fremst, ið hevur tørv á reiðum peningi fyri at yvirliva og fyri t.d sjálvi at kunna taka sær av sínum børnum, sjúku ella gomlu.

Tað er jú ikki so, at hesir pengarnir bara hvørva. Teir koma jú beint út í pengarenslið aftur í samfelagnum og út í vinnuna, sum so eisini betri kann yvirliva kreppur. Hetta verður mett at tæna øllum samfelagnum betri enn, at t.d. stórfyritøkur bara fáa enn størri skattalættar, har spardu pengarnir mest sannlíkt fara til íløgur í meira automatisering og ikki til skapan av fleiri størvum.

Fyritøkur hava jú fyrst og fremst skyldu til at tjena pengar - tær hava onga skyldu at virka sum sosial trygd fyri starvsfólkini. Tað er so nógv bíligari og kann loysa seg nógv betri fyri fyritøkur at automatisera so vítt gjørligt, heldur enn framhaldandi at verða bundin at starvsfólkum, sum einans kunnu arbeiða nakrar tímar um dagin, og sum kunnu gerast sjúk ella uppá vegin í tíð og ótíð og skulu hava sjúkrapengar, feriupengar og pensjónspengar osv. osv.

Vinningsbýtið av tøkniligu framgongdini út til fólkið

Í USA verður tosað nógv um, at automatiseringin gongur alt skjótari í løtuni og við aksellererandi ferð. Hetta merkir at skapanin av nýggjum størvum hevur alt verri við at klára at fylgja við menningini.

Tað, sum tøknin byggir á, og sum stórfyritøkurnar tjena uppá, er dáta, sum í dag er meira vert enn olja - dáta, sum fyritøkurnar fáa heilt ókeypis frá fólki, men sum eru virði, ið vit øll skapa og eru rættarliga meðeigarar av. Tað er ikki burðardygt, at stórfyritøkur, sum jú taka lívið av mest sum øllum smávirksemi eftirhondini - t.d. risar sum Amazon, Google, Facebook o.a. - fara avstað við allari úrtøkuni av hesum dátum. Ein kann av røttum spyrja, um tað er rætt, at vinningsbýtið av hesum felags virðum einans kemur nøkrum heilt fáum fyritøkum til góðar, so tær kunnu tjena astronomiskar upphæddir, samstundis sum virksemi teirra tekur grundarlagið undan inntøkunum hjá flest øllum øðrum. Hetta tykist ikki haldbært.

Tí verður mett nú, at tað er skilabest, at fólkið fær tryggjað sín part í ágóðanum av teimum virðum, sum fólkið av røttum er eigari av - nemliga egnum dáta. Um ein lítil upphædd (t.d. í form av sonevndum robottskatti, tolli ella MVG) varð løgd á t.d. hvørja einastu transaktión á netinum, og blivu tær upphæddir, sum komu burtur úr hesum, slúsaðar út aftur til fólkið sum vinningsbýti, so høvdu øll harvið fingið møguleika eisini at fáa ágóða av tøkniligu menningini og automatiseringini, umframt at øll vóru betur tryggjað í kreppustøðum sum hesari, vit eru í nú.

Sunnur búskaparpolitikkur til gagns fyri øll

Andrew Freris, fíggjarserfrøðingur, íløguráðgevi og CEO í Ecognosis Advisory, sigur t.d.: “The United States has got 330 million people. If they start giving $1,000 per month to every single American, within three months they would have done about a billion plus, and they will still have plenty of money still to come — and this is money that will go straight into consumption.” ( https://www.cnbc.com/2020/03/13/us-should-give-citizens-1000-a-month-amid-covid-19-crisis-analyst.html)

Alt fleiri - eisini milliardingar, ið sjálvir eiga stórfyritøkur - duga at síggja, at búskapargongdin nú er ikki burðardygg, tí tá fyritøkurnar viðvirka til at gera fólk arbeiðsleys uttan løn, soleiðis at alt fleiri verða skumpað út í fátækradømi, so hava alt færri ráð at keypa tær vørur, sum tøknin og tólmennini framleiða.

Tólmennini keypa ongar vørur og gjalda heldur ongan skatt. Verður eingin kompensatión latin til vanliga fólkið fyri alt, sum automatiseringin yvirtekur frá teimum, kann tað enda við, at allur samfelagsbúskapurin kollapsar. Tí eru alt fleiri - eisini milliardingar - ið ganga inn fyri, at ein grundinntøkutrygd verður veitt til øll, so ella so. Tað er hvørki vinstra- ella høgrapolitikkur, bara sunnur búskaparpolitikkur til gagns fyri øll - bæði borgarar og vinnu. Stutt sagt: win-win.