CORONAAVLÝSINGAR - hugtungt við ongum legum í summar!

2020-05-05 13:26

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar 23.04.20

Tú kanst eisini hoyra innslagið á R7.fo Trýst her: https://r7.fo/news/24276/kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus-95-29-april-2020

____________________________________________________________________________________

CORONAAVLÝSINGAR - hugtungt við ongum legum í summar!

Tað var miðjan mars, at myndugleikarnir lukkaðu føroyska samfelagið við tí úrslitið, at allar Gudstænastur í øllum kirkjum í landinum og allir samkomusalar og missiónshús eisini læstu dyrnar, og páskastevnurnar kring landi vóru allar avlýstar.

Seinastu 7 vikurnar hevur als einki virksemi verið í kirkjum og frísamkomum, og Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskuppur hevur boðað frá, at allar Gudstænastur í føroysku kirkjunum eru avlýstar til og við sunnudagin 10. mai sambært tilmælinum frá føroysku myndugleikunum.

Roknast kann við, at frísamkomurnar eisini fylgja hesum tilmæli, soleiðis at skilja, at einki virksemi verður í møtisalum og missiónshúsum í øllum førum til og við 10. mai.

SUMMARLEGURNAR:Stóru summartiltøkini bæði í Zarepta og í Nesvík eru endaliga avlýst fyri alt summarið. Hetta má sigast at vera søguligt, tí tað er fyrstu ferð, síðani legurnar byrjaðu í Nesvík fyri 27 árum síðani og í Zarepta fyri 55 árum síðani, at populeru summarlegurnar verða avlýstar.

Jákup N.Olsen, nýsettur leiðari í Zarepta, sigur í stuttum tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Zarepta: “Summarlegurnar hava verið í Zarepta á hvørjum ári...........tað er hugtungt ikki at hava legurnar í summar, men Jesus er hin sami!”

Tað hevur tó ikki skorta upp á initiativ frá kristiligu síðuni, tí stroymingin av møtum, Gudstænastum, ungdómsmøtum, sunnudagsskúlum og konsertum hevur stórtrivist til gleði og gagn hjá mongum. Eitt av stroymdu møtunum hesar dagar hevði væl meiri enn 1500 síggjarar inni.

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, og soleiðis eisini við Corona. Eitt fyribrygdi, sum hevur tikið seg upp í Danmark og í eitt ávíst mál í Føroyum, eru tey sokallaðu Drive-in-Gudstænastur og Drive-in-útimøtir. Bæði uttan fyri Glasir og á bryggjukantinum við Hulk á Skálafjørðinum var lýst til Drive-in-útimøti, har bilar parkeraðu, og við niðurrullaðum rútum kundu fólk sita heit og turr og hoyra tað, sum fyrireikararnir høvdu á skránni bæði av talu og sangi. Til Drive-in-útimøti inni á Hulki vóru umleið 80 bilar. Tað var Missiónshúsið á Strondum, sum skipaði fyri.

BØN OG ÁKALLAN: Kristiliga Tíðindasendingin vil aftur heita á allar føroyingar, um at halda á í forbønini og ákallan viðvíkjandi KORONA. Gloymi ikki at takka Gudi fyri tey framstig, sum eru gjørd her hjá okkum!