Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

C tryggjar barsil í 1 ár

2015-08-22 17:16

Eingir av hinum stóru flokkunum hava barsil í teirra valskrá, sum sæst á teirra heimasíðum. Eg síggi tó summi valevni hava 1 ára barsil uppi á tungu, men neyvan er undirøka í flokkinum fyri tí.

Tí er ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum tryggast, um tú vilt hava barsilsfarloyvið í 1 ár.

Í valskránni okkara stendur greitt, at barsilsgjaldið skal upp í 52 vikur, og at eftirlønargjald skal omaná, tvs. at útgjaldið verður hækkað við 15 % komandi árini.

At leingja barsil, er mítt hjartabarn, og tað fylgi eg á mál.

Set x við Javnaðarflokkin 

Bjørg Dam 

fleiri greinar á : http://bjorgdam.blogspot.com