Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Býráðspolitikkur má ongantíð gerast spurningur um einaveldi

2020-11-10 10:31

Eg eri eyðmjúk og takksom fyri, at eg havi fingið so dyggan stuðul til at umboða fólkið í Tórshavnar kommunu og Tjóðveldi í Tórshavnar býráð í heili 16 ár. Eftir seinasta val avgjørdi eg, at hetta skuldi vera mín síðsta býráðsseta. Tí vit eiga ikki sessin, og vit skulu loyva øðrum framat; nýggj andlit, ung fólk, nýggjan íblástur, fólk við øðrvísi og fjølbroyttum royndum hevur høvuðsstaðarkommunan tørv á.

Tí stilli eg ikki upp aftur, men gevi mín fulla stuðul til tey góðu fólk, ið stilla upp á lista E.

Vit hava framt nógv góð mál og frambrot í kommununi, sum ongantíð høvdu komið, um ikki Tjóðveldi var í meirilutanum. Eg kann bert nevna Musikkskúlan, Skúlan á Fløtum, lendisgøturnar kring alla kommununa, fleiri fríøkir, skógfriðing og gróðurseting, átøk fyri tryggari ferðslu, stórar íløgur í kloakkir, hækkaða játtan til viðlíkahald av bygningum, grønar orkuloysnir, varðveitan av søguligum støðum, Tórshavnar býarsavn, Vágsbotn við útbygdum fiska- og sølutorgið, mentan og list, íverksetan, betri trivnað, gjaldsfría og betri bussleið, nýggj eldrapláss, fleiri bústaðir, betri átøk í teimum ymsu bygdunum í kommununi og mangt, mangt annað.

Áðrenn hetta býráðsskeiðið, sum nú er við at enda, var eitt skeið, har nógv fór av sporinum, tí alt valdið lá hjá einum meiriluta, ið kundi trumfa nógv ógvuslig mál ígjøgnum fyri ein og hvønn prís. Hesum átalaði eg og førdi hesar átalur við sær at Tjóðveldi fór úr samstarvinum. Tá Tjóðveldi var farið úr samgonguni varð m.a. samtykt at leggja grótið frá Eysturoyartunlinum á Sundi, at broyta allar skilvísar byggisamtyktir fyri Karlamagnusarbreyt, at broyta aðrar byggisamtyktir til frama fyri seráhugamál og vina- og kenningapolitikk, har býráðslimir fingu egnan fyrimun – og mangt annað.

Læran av hesum er, at býráðspolitikkur má ikki gerast eitt spæl um persónligt vald – ella eitt slag av forsetavali sum í USA. Tað má snúgva seg um at umboða fólkini í kommununi við teimum málum og virðum, sum vit kunnu standa inni fyri. Og at øll fólk hava somu rættindi í kommununi.

Hetta veit eg, at fólkini á lista E standa inni fyri, og tey eru sanniliga før fyri at leiða hesa kommununa, sum vit eru so góð við. Tí heiti eg á tykkum um at stuðla teimum til býráðsvalið.

Marin Katrina Frýdal