Býráðsmeirilutin lurtar ikki eftir borgarunum

2020-07-15 22:26

 Býráðsmeirilutin lurtar ikki eftir borgarunum

Nú er løgtingsins umboðsmaður aftur eftir Tórshavnar býráð við álvarsamari átalu, tí kommunan í yvir trý ár ikki hevur svarað klagu frá borgara. Dag og dagliga hoyra vit um, at býráðið fær átalur fyri ikki at handfara viðurskiftini hjá borgarum rætt. Hetta er ikki góð umsiting, hvørki frá politikarum ella umsiting, tí borgarin líður undir hesum.

Í heila tikið tykist býráðið hava flutt seg alt ov langt frá borgarunum í Havnini, og hetta ávirkar bæði trivnaðin og trygdina hjá okkara borgarum.

Tað tykist vera ógjørligt hjá fleiri av okkara borgarum at fáa klagur og onnur mál viðgjørd rættstundis og virðiliga. Tí fari eg at spyrja borgarstjóran og kommunustjóran, hvussu nógvar átalur kommunan hevur fingið seinasti trý árini frá løgtingsins umboðsmanni?

Almenningur eigur at fáa hetta at vita, so viðurskiftini koma í rættlag, tí býráðið er til fyri borgaran. Ikki øvugt!

Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin