Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bygdin Skálafjørður

2019-03-10 12:10

Síggi at ein Eivindur Weihe ger burtur úr sær í Portalinum, um navnið skal verða Skálafjørður/Skálabotnur og ferðast hann víða aftur og framí søguligum tilfari har bygdin er navnsett Skálabotnur á ymisk kortupp gjøgnum tíðirnar.

Hesin Eivindur metur, at tá tann danska herstjórnin (generalstaben) í1901 meinar at bygdin skal eita Skálabotnur og onki annað, so er ogverður tað so.

Skilji, at hesin Eivindur hevur eisini verið í staðarnevndini og veriðinni í Skálafirði í 1987 og spurt ung sum eldri um navnið Skálabotnur.Hann hevur so ikki verið inni hjá mær.

Til alt hettar sum hesin Eivindur er komin til, er at siga, at tað májú verða tað fólkið sum býr á staðnum, sum ger av, hvussu í hesum føribygdin skal eita og ongin annar.

Er viljin í bygdini, meiriluti fyri, at bygdin eitur "í Skálafirði""Skálafjørður" so er tað tað rætta navnið á bygdini og onki annað.

Eg fari at spyrja hendan søgukøna mannin Eivind um, hvussu staðarnavniFunningsfjørður er vorið til. Umstøðurnar har eru akkurát tær somu,sum fyri Skálafjørð. Hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu
hettar er komið í lag og hvat tey søguligu kortini siga um tað.Bygdin Lamba var eisini broytt aftur frá Lambi til Lamba uttan nakraatkvøðugreiðslu. Tað hevði eisini verið áhugavert at fingið at vita,hvussu rættleikin av bygdini er komin frá Lambi til Lamba. Møguligahevur hesin Eivind eisini eitt svar uppá tað.

Veit ikki um hesin Eivind er í staðarnevndini enn, men er hann tað ogtosar hann fyri nevndina, so kann tað gerða tað sama, hvat úrslitið avatkvøðugreiðsluni verður, tí úrslitið av atkvøðugreiðsluni skalleggjast fyri staðarnevndina, sum síðan ger av, hvat navnið á bygdiniskal verða, sama um meiriluti verður fyri navninum Skálafjørður ellaikki. Ein løgin íkomin støða.

Millum reglurnar fær ein varhugan av at hettar skrivið frá EivindWeihe er umbiðið nú upp undir atkvøðugreiðsluna, kann bert gita avhvørjum. Hann hevur havt ríkiligt av tíð til at gerða vart við sínisjónarmið, um nøvnini Skálfjørður/Skálabotnur.

Til bygdarfólki, lati ikki onnur uttan í frá siga tykkum hvussu bygdinskal eita, men seti krossin við tað navni, sum eftir tykkara tykki ertað rætta, eftir bestu sannføring.

Øðrvísi verður tað ikki.

Umborð á "Norman Leader"
Almfinn Jacobsen