Bygdarvegurin í Kollafirði, Oyrareingjum og Signabø skal dagførast

2012-10-22 04:17

Um eg verði valdur í býráðið fari eg at skipa fyri, at heildarloysn verður gjørd fyri alt vegastrekkið sum er gamli bygdarvegurin í Kollafirði, Oyrareingjum og á Signabø. Vegurin er, stutt sagt, sera ótíðarhóskandi og í ringum standi.

Vegurin er somikið smalur, at tveir bilar nógvastaðnis ikki kunnu møtast. Nógv ferðsla, eisini tung ferðsla, er á vegnum alt samdøgrið og verður hetta  einki fragari, tá ið bingjuhavnin einaferð veruliga verður tikin í nýtslu.

Tíanverri eru eisini fleiri, ið koyra alt ov skjótt. Síðuvegirnir eru nógvir og sýnið út á vegin er oftani sera ringt. Fleiristaðnis er høgt omanav vegnum, at stórur skaði kann standast av, um bilur, súkklandi ella gangandi skuldi fari útav.

Hóast vegurin er smalur, hevur nógva ferðslu, við dagstovnum og sethúsum beint út til vegin, harvið eisini børnum og ungum, ið nýta vegin til spæl og annað, so er eingin gonguteigur, so at siga ongar vegforðingar, vegmerkingar ella annað, ið tryggjar trygdina. Fólk og børn brúka vegin sum gongu og súkkluveg. Vaksin ferðast mest til aðru síðuna av vegnum og gera sítt besta at ansa eftir ferðsluni, men børn ganga og spæla ofta mitt á vegnum.  

Serliga nú, kvøldini gerast long, kann vera sera vandamikið bæði sum gangandi, súkklandi og koyrandi vegna manglandi vegmerking, manglandi gonguteig og ofta vánaligt ljós, lyktarpelar.

Dagstovnar, foreldur og íbúgvar hava ferð eftir ferð gjørt Tórshavnar Kommunu vart við hendan vandaveg. Hóast smáar ábøtur, verður alt ov lítið gjørt fyri at betra um vegin, harvið minkað um vandan fyri stórari ólukku. Trygd hjá børnum og ungum og teimum, ið ferðast á vegnum, átti altíð at verið í hásæti, men enn er langt á mál.

Niðurstøða

Um eg verði valdur í býráðið fari eg at skipa fyri, at heildarloysn verður gjørd fyri alt vegastrekkið sum er gamli bygdarvegurin í Kollafirði, Oyrareingjum og á Signabø. Ynskiligt er, at loyvda ferðin fer frá 50 km/t niður á 30 km/t og at vegurin verður dagførdur soleiðis, at øll, børn og eldri, kunnu ferðast trygt á honum. Hetta merkir, at vegurin skal breiðkast fleiristaðnis, gongubreytir gerast, eins og vegmerkingar og annað, ið hoyrir einum nútímans kommunalum vegi til, skulu gerast.

Mín vón og ynski er, at Kollfirðingar standa saman og velja meg í býráðið tí mítt hjartamál verður fyrst og fremst broytingar fyri Kollafjørð.

Ólavur Olsen, velevni til býráðið á listanum hjá Framsókn