Oddvør J. Mohr
Valevnið Sambandsfloksins, Tórshavnar Kommuna

Bústaðarviðurskifti

2012-10-08 17:20

 

Bústaðarviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu eru ein trupulleiki, sum vit eiga at loysa, herundir skapa betri umstøður fyri tey ungu, sum skulu seta føtur undir egið borð. Tað verði seg eftir loknan lesna ella undir lesnaði.

Eisini eru tað bústaðarumstøðurnar hjá teimum støku uppihaldarunum, sum veruliga hava tørv á ábøtrum.

Tórshavnar Kommuna er fíggjarliga væl fyri - tí undrar tað meg, at tað eru borgarir í kommununi, sum ikki fáa betur umstøður at støðast.

Komi eg í Býráðið, vil eg brúka nógva orku at arbeiða fyri og tryggja, at hesi mál verða loyst.

Kann ikki lata vera við at hugsa um, nú skúlin við Marknagil verður veruleiki, og næmingar skulu til at nema sær útbúgving har - sjálvandi skulla hesi lesandi hava góðir karmar at virka undir, so tað gerst áhugavert at verða her heima.

Eg havi avgjørt at verða eitt av valevnum Sambandsfloksins – bara við tínari avkvøðu kunnu mínar politisku ætlanir og hjartamál gerast veruleiki.

Oddvør J. Mohr
Valevnið Sambandsfloksins, Tórshavnar Kommuna