Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Busssambandi skal gerast nógv, nógv betur.

2020-11-07 14:41

Bussleiðin í kommununi eigur at vera so effektivt, at tær ikki nýtist at brúka bil í býnum. Skal tað eydnast, mugu vit fáa fleiri bilar av vegnum. Tí hetta gongur hond í hond. 


Tað koyra uml. 10.000 bilar um Steinatún hvønn dag, og tað er alt ov nógv. 


Um vit ikki minka um ferðsluna, fer hetta talið bara at vaksa, saman við fólkatalinum í Tórshavnar Kommunu.


Eysturoyartunnilin letur eisini upp hvørja løtu, og tað verður mett, at tá fara 2400 fleiri akfør at koyra á havnargøtum. Fleiri bilar á vegnum = fleiri seinkingar hjá bussunum. 


Um vit ikki byrja at nýhugsa, hvussu vit koma runt í býnum, fer ferðslutrupuleikin bara at versna ár fyri ár. 


Luftdálkingin er ikki stóri trupuleikin nú, men gongdin gongur bara ein veg! 


Hvussu gera vit so? Hetta er ein RISA uppgáva, sum komandi býráð ikki kann skúgva til viks. Tað eru skrásett 40.120 akfør í Føroyum. Hetta talið er GARVILT! Men tað vísur samstundis, at vit eru alt ov bundin at bilinum í okkara dagliga lívið. 


- Parkering í býnum skal kosta. Parkeringstunnilin er ein stór íløga. Parkeringsgjald kann t.d. fíggja ein part av tunnlinum. 


- Steingja gøtur í býnum, Niels Finsensgøtu frá Vaglinum til Steinatún, og Sverrisgøtu frá Ebenezer til Kissa. "Bert til rørðslutarnað, vinnu- og vørukoyring" 


- Flyta kommunalar skrivistovur úr miðbýnum.(Uttan Snarskivuna) 


- Leiga tungu ferðsluna út um býin. 


- Nýggjur ringvegur skal gerast BEINAVEGIN. 


Við at umskapa býin til fólk heldur enn bilar, koma vit at uppliva, at vit fáa NÓGV meira pláss í býnum, sum vit kunnu njóta og prýða: t.d. lata Havnará uppaftur, planta fleiri trøð, gera fleiri spælipláss, gera fleiri grøn øki og skapa vakrar handilsgøtir. 


Vit skulu byrja onkustaðni, og eg vil byrja 10 Nov. 


Michael A.C. Johannesen

Býráðsvalevni í Tórshavnar Kommunu

*myndin er frá "Havnin innan fyri stóragarð, hugsjónir og dreymar" sum Gunnar Hoydal, Mette Skjold, Ósbjørn Jacobsen, og Hans Mortensen hava gjørt.