Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bussleiðin í Havn dálkar ov illa og kostar ov nógv

2019-07-23 12:29

Skal bussleiðin varðveita undirtøkuna, má hon lagast til tørvin

Sjúrður Skaale

At skerja eina almenna tænastu, sum er komin, er sera trupult.

Men viðhvørt má mann justera tingini fyri yvirhøvur at kunna varðveita tey.

Skattafíggjaða bussleiðin í Havn er uppá nógvar mátar eitt gott tiltak.

Men alt er sanniliga ikki gott.

Til dømis er tað alt annað enn gott, at vit, skattgjaldararnir í Havn, umvegis skattin verða tvingaðir at rinda í dýrum dómum fyri, at turistar koyra runt í Suðurstreymi við okkara "ókeypis" bussleið.

Tað er ikki gott, at privata taxavinnan skal kappast um turistarnar móti eini skipan, sum skattgjaldararnir rinda. Eini skipan, sum eisini taxasjafførarnir sjálvir verða tvingaðir at rinda fyri.

Tað er hent hjá skúlanæmingum sum hava langt at fara, at teir kunnu stíga upp í bussin. Men bussleiðin hevur eisini alið fram ein hugburð millum børn og ung, sum er alt annað enn góður: Tey vilja ikki ganga!

Flestu øll munnu kenna dømi um, at børn bíða eftir bussinum í t.d. 12 minuttir, so tey sleppa undan at ganga ein tein, sum tað tekur 10 minuttir at ganga. Tað er ein trupulleiki millum nógv børn, at tey flyta seg ov lítið. Bussleiðin ger tað ikki betri.

Og so er tað umhvørvið. Jú, sanniliga er tað gott fyri umhvørvið, tá fólk, sum annars høvdu koyrt bil, í staðin seta seg inn í bussin.

Men tað er alt annað enn gott fyri umhvørvið, at bussar koyra tómir - ella við heilt fáum fólkum - runt í býnum og út á bygdirnar í kommuni. Og tað gera teir altso ein heilt stóran part av tíðini. Ikki minst síðani koyringin fyri kortum varð víðkað. Tá kommunan lýsti við hesum, skrivaði hon: "Meira buss, minni útlát". Men tað passar neyvan. Rættari hevði helst verið at sagt: "Meira buss, meira útlát, meira slit av vegunum, størri skattarokning og herd almenn kapping móti taxavinnuni."

Tillaging

Eg skrivi hetta nú, tí eg í morgun var eg inni í einum húsum, har bussar koyra framvið. Eg sá tríggjar. Í øllum trimum var bara ein persónur: sjafførurin.

Í gjár fór eg upp í ein buss, sum kom úr Kaldbak. Har var eingin annar ferðandi. Bussurin hevði koyrt tómur til Kaldbaks, og kom tómur heimaftur.

Og fyrradagin tosaði eg við eina kvinnu, sum hevði gingið til Kirkjubøar. Hon tók bussin heimaftur. Hann var smekk fullur - av turistum!

Eg havi ikki statistikkin, men øll síggja, at fá fólk mangan sita í bussunum. Serliga síðani nýggja skipanin kom.

Hetat rinda vit øll fyri. Rokningin, vit fáa, er ikki lítil, men hon sæst ikki, tí hon verður kravd inn gjøgnum skattin. Eg rokni við, at fingu vit øll eina serstaka buss-rokning hálva hvørt ár, so høvdu nógv fleiri kritiskar røddir verið. Men tær eru farnar at hoyrast meir og meir síðstu tíðina.

Eg rokni kortini ikki við, at fólk vilja taka skipanina av. Hon er sera hent hjá mongum - ikki minst eldri fólki.

Tað, sum fólk ikki tíma, er at rinda fyri turistar, sum koyra ókeypis - eins og vit gjøgnum landsskattin rinda fyri, at teir (næstan) ókeypis sigla við strandfaraskipum og flúgva við tyrluni. Vit tíma heldur ikki so væl at rinda fyri, at bussleiðin koyrir - og dálkar - tá eingi ella sera fá fólk eru við.

Er ikki onkur í býráðnum, sum umboðar tey mongu, ið fegin vilja gjalda fyri tað sum er gott og gagnligt, men sum hava lítlan hug at gjalda fyri óneyðuga dálking og fyri at skaða privatu vinnuna í býnum?

Tað er sannlíkt, at skattafíggjaða bussleiðin fer at missa undirtøkuna frá teimum sum rinda, um hon ikki verður lagað til, so koyringin í størri mun hóskar til tørvin.

Slík tillaging kann tískil bjarga bussleiðini.