Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Burðardyggar avgerðir fremja effektiva fyrisiting

2020-10-07 17:59

Ein liður í at hava eina vælvirkandi kommunu, sum tekur burðardyggar avgerðir og fremur eina burðardygga og effektiva fyrisiting, er eitt nærdemokrati, sum virkar, sum er virkið og verður virt av teimum, sum ráða fyri borgum og taka avgerðirnar.

Býráðið er valt at taka avgerðir fyri fólkið í kommununi, og afturat sær hevur býráðið eina væl útbygda fyrisiting, sum tekur sær av dagliga rakstrinum av kommununi. Í hesum høpi hava tær staðbundnu nevndirnar í kommununi stóran týdning. Tíðin er komin at gera staðbundnu nevndirnar til ein virknari part í tí kommunala samstarvinum.

Styrkt staðbundin umboðan og luttøka

Tíðin er komin at skifta orð um týdningin av staðbundnu umboðanini í kommunalum høpi. Í hesum orðaskifti eru tær staðbundnu nevndirnar av størsta týdningi. Tær hava virkað í nógv ár, tær elstu síðan 1974 (Kaldbaksnevndin), 1978 (Hvítanesnevndin), 2001 (Kollafjarðarnevndin) og 2005 (Kirkjubø/Velbastaðarnevndin, Nólsoyarnevndin og Hest/Koltursnevndin).

Skipanin eftirmetast

Áðrenn greitt kann sigast, hvussu lokala umboðanin við teimum staðbundnu nevndunum kann verða styrkt og ment, eigur nærri kanning at verða gjørd av virkseminum hjá nevndunum og ein lýsing av týdninginum, tær hava fyri einstøku bygdirnar. Umráðandi er at fáa staðfest, um fólkið á staðnum vil hava hesar nevndir og hvat høvuðsendamálið við nevndunum skal vera, umframt at vera ráðgevandi forum hjá býráðnum og at gera tilmæli um lokal viðurskifti.

Atlit til umhvørvi, trivnað og luttøku

Tær avgerðir, sum býráðið tekur, kunnu vera meira og minni vælgrundaðar, og soleiðis vil tað óivað altíð vera, um ikki krøv um burðardygd verða sett inn í málsviðgerðartilgongdina.

Tað eigur ikki at koma fyri í einari kommunu, sum Tórshavnar kommunu, at atliti ikki verða tikin til náttúru- og umhvørvisvernd, trivnaðarviðurskifti og borgaraluttøku. Ein burðardygg fyrisiting við teimum røttu amboðunum, megnar betur at standa ímóti, tá sterkir og bráðræsnir politikarar fara í sjálvsving. Ein dagførd skipan við staðbundnum nevndum, ið ger tær meira formliga knýttar at fyrisitingini, kann eisini vera við til at tryggja burðardyggar málsviðgerðartilgongdir í fyrisitingini.

Týdningurin av staðbundnu nevndunum

Staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu, sum eru seks í tali, umboða o.u. 2000 fólk ella næstan 10 prosent av íbúgvunum í kommununi.

Nevndirnar hava sostatt stóran týdning fyri tey, sum hava valt tær. Tó er ymiskt, hvussu einstøku nevndirnar virka, og hvat tær leggja dent á í sínum virksemi.

Umráðandi er, at nevndirnar eisini hava eina ávísa tign og verða virdar millum fólkið. Nevndirnar eru ráðgevandi nevndir hjá býráðnum í lokalum málum. Tað merkir, at nevndirnar mugu fylgja væl við í tí, sum rørir seg í økinum, samstundis sum tær mugu hava kunnleika og vitan um, hvussu arbeitt verður í kommununi á hægri stað, eitt nú í fyrisitingini. Hetta er tíðarkrevjandi uppgáva, sum krevur at vera virðismett so ella so.

Úrslitið av at samstarva

Sum heild eru stórar íløgur gjørdar í teimum ymisku bygdunum eftir at tær løgdu saman við Tórshavnar kommunu. Íløgurnar fevna um alt frá vegasambandi, vegagerð, sóttreinsaðum vatni, kloakkgerð, skúlabygging, asfaltering, viðlíkahaldsuppgávur, spælipláss, bátadrátt, bylgjubrótarar, bussleið, barnaansing, eldrarøkt o.s.fr., og fleiri íløgur eru fyri framman. Neyvan hevði borið til hjá øllum bygdunum at gjørt allar hesar tiltrongdu íløgur sum sjálvstøðugar kommunur.

Tá tað er sagt, so er av størsta týdningi, at ábøtur, umvælingar og útbyggingar ikki verða framdar lokalt uttan staðbundna luttøku og samstarv. Her kundu staðbundnu nevndirnar sum heild fingið samstarvið í kommunuhøpi at virka betur.

Eingin ivi er um, at skipanin treingir til at verða endurskoðað og dagførd, serliga við denti á at fáa styrkt ta lokalu umboðanina og luttøkuna. Allar bygdir í kommununi eru ikki eins væl fyri, og heilt serlig atlit eiga tí at vera víst hesum bygdunum, sum eru fámentar og liggja í útjaðaranum av kommununi.

Styrkt nærdemokrati og gott kommunuval í heyst.

John Dalsgarð, valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu