Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Burðardygd - í orði, men ei í (lands)verki

2021-08-09 13:13

Løgmaður Bárður á Steig Nielsen legði í ólavsøkurøðu síni ávísan dent á hugtakið burðardygd:

"Vit skulu stuðla upp undir virksemi, sum ikki bara skapar vøkstur her og nú, men har virðini eru varandi. Er tað ikki burðardygt, er tað ikki veruligur vøkstur."

Í grein á Facebook-síðu Sambandsfloksins skrivar Løgmaður 7. august soleiðis:

"Nú fara vit aftur til verka og stevna fram ímóti einum samfelag í serflokki. Latum okkum finna góða áralagið, gera dreym til veruleika og skapa eitt samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri sum stavnhaldi."

Hetta ljóðar mikið gott, men sæð í mun til ætlanirnar hjá Samgonguni er lítið, ið bendir á, at burðardygd er annað enn fagrar fjaðrar, ið skulu fjala, at burðardygdin hevur sera trong kor ella einans partvíst verður tikin í álvara. Spurningurin er eisini hvat meinast við "einum samfelagi í serflokki". Á vegakervisliga økinum kann tykjast, sum at alt samfelagið er "koyrt í serflokk". Vit eru í hvussu er væl á veg móti dumpimarkinum.

Nógv viðurskifti kring burðardygd kundu verið viðgjørd, men í hesi grein vil eg viðgera vegakervið, ið als ikki varð havt á lofti, hóast hetta gjøgnum fleiri ár hevur víst seg at vera millum mest átrokandi samfelagsligu trupulleikar.

Eg vil harumframt vísa á heimsmál 9.1, ið ljóðar soleiðis: "Ment verða dygdargóð, álítandi, burðardygg og harðfør undirstøðukervi, eisini økis- og undirstøðukervi tvørtur um mørk, fyri at stuðla búskaparligari menning og menniskjaligum trivnaði við denti á rættvísa atgongd fyri øll fyri ein rímiligan kostnað." Undirstøðukervi, herundir vegakervi, eru avgerandi fyri búskaparliga menning og menniskjaligan trivnað. Vegakervið er í síðsta enda grundvælferð hjá flestum øllum føroyingum!

Vegakervið er í spønum

Vegakervið skal sostatt vera dygdargott, álítandi, burðardygt og harðført. Hetta er sera langt frá tí, vit uppliva í dag. Heldur má sigast, at stórir partar av vegakervinum eru í spønum.

Vegakervið verður einans nevnt í sambandi við útbyggingar, m.a. ein Suðuroyartunnil, ið liggur áratíggju frammi í tíðini. Einki verður nevnt um ovurstóra slitið og ósamsvarandi lítla viðlíkahaldið av verandi vegakervi. Sambært Landsverki var "eftirsleipið" í viðlíkahaldinum av vegakervinum 375 mió. kr. í 2020. Landið fær hinvegin meira enn hálva milliard í vegskatti og avgjøldum, men bara 45 milliónir fara til at halda landsvegirnar viðlíka. Við øðrum orðum fara færri enn 10% av teimum pengum, ið verða kravdir inn, til viðlíkahald av vegakervinum. Hetta má sigast at vera rán á alljósum degi! (Sí greinina: "Brúka bara átta prosent til viðlíkahald", kvf.fo, 14. januar 2021.)

Ábøtur verða javnan gjørdar - treyðugt so - men hóast hetta vísir tað seg, at føroyska vegakervið verður alsamt meiri niðurslitið. Viðlíkahaldið stendur als ikki mát við slitið, og tað kemst bæði av, at ov fáir pengar verða brúkti til viðlíkahald, men eisini, at ferðingin á føroysku vegunum er økt so nógv seinastu árini. Talið á akførum á vegunum er til dømis økt frá 11.440 í 1980 til 18.848 í 2000 til heili 40.083 í 2021! (Tøl frá Hagstovuni) Tað sigur seg sjálvt at viðlíkahaldið má fylgja við nýtsluni. Nógvir av vegunum í Føroyum eru eisini gjørdir til munandi minni ferðslu og tola als ikki tungu bussarnar og lastbilarnar, ið nú koyra á vegunum. Hetta er ein orsøk til ringa standin á vegunum kring landið. Í summum førum skulu vegirnir jú ikki bert viðlíkahaldast, men eisini dagførast til at kunna bera munandi meiri og tyngri ferðslu.

Støðan versnar alsamt

Støðan hevur verið ótolandi í fleiri ár, og nú er hon við at gerast syndarlig. Longu á vári 2019 varð ein bólkur stovnaður á Facebook: "Hol í vegunum - hol í høvdið!", ið hevur til endamáls at skjalfesta, hvørjir trupulleikar eru við føroyska vegakervinum. Tankin aftanfyri bólkin er, at við upplýsing ber til at vekja politikarar úr teirra svøvni.

Men lítið hjálpir. Løgmaður tekur ikki trupulleikan upp í síni løgmansrøðu, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum (ið umsitur landsvegamál) sýnir ikki málinum stórvegis áhuga. Eitt ljós var at hóma, tá nýggi landsverksstjórin kunngjørdi sínar ætlanir um at flyta størri part av játtanini hjá Landsverki til asfalt. Okkurt var at síggja í byrjanini, men vit mugu ásanna, at hetta munar sum ein dropi í havinum. Tað mugu heilt aðrir bollar í suppuna, vilja tit føroyska vegakervinum tað væl.

Spurningurin er, hví politikarar og myndugleikar á økinum sýna hesum øki so lítlan áhuga. Óvitan er neyvan trupulleikin. Til tess hevur kunningin seinastu árini verið ov stór. Heldur er talan um illvilja, møguliga tí viðlíkahald ikki er serliga væl egnað til profilering av politiskari handling. Hetta sæst forrestin ikki bert við vegakervinum, men eisini við viðlíkahaldinum av almennum bygningum. Viðlíkahaldið er ov lítið, og trupulleikar sleppa at vaksa seg stórar og gerast í síðsta enda dýrari, enn um hond varð tikin um teir av fyrstan tíð.

Burðardygd á vegakervinum er eitt krav

Føroyingar kring landið mugu tó krevja, at vegakervið verður hildið í góðum standi, annars eru føgru orðini hjá løgmanni um "eitt samfelag í heimsflokki" lítið annað enn at flenna eftir.

Og hugtakið burðardygd verður reint bókstavliga gjørt til einkis, tí um ikki vit hava vegir, ið megna at bera økta samfelagsliga virksemið, so er sjálvt tann mest grundleggjandi burðardygdin ikki til staðar. Vit saga tá greinina av, sum vit sita á.

Hetta stendur í ógvusligum mótsetningi til fráfreiðing undanfarna løgmans á Ólavsøku 2019, har so stendur skrivað:

"Landsvegakervið veksur alsamt í vavi, og fleiri krøv verða sett til trygd og dygd til vegagerð, tunlar, brýr, viðlíkahald og rakstur. Ásannast má, at viðlíkahaldstørvurin er stórur, og neyðugt verður at raðfesta viðlíkahald fremri."

Spurningurin til løgmann og samgonguna annars má tí vera: Hví er politiska skipanin farin frá "at raðfesta viðlíkahald fremri" til at raðfesta viðlíkahald so aftarliga sum gjørligt?

(Hendan greinin er skrivað við støði í Facebook-bólkinum "Hol í vegunum - hol í høvdið!" Til ber at stuðla okkara virksemi við at gerast limur í bólkinum og at skjalfesta trupulleikar kring landið. Jú fleiri vit eru, tess betri røkka vit kring landið.)

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur