Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Brúkið sálarfrøðingar til viðgerð av næmingum - ikki til at finna næmingar!

2020-12-02 21:13

Í síðstuni hevur verið nógv frammi um, at stórur tørvur er á sálarfrøðingum í skúlunum. Sum heilsufrøðingur eri eg púra samd í, at skipanin við sálarfrøðingum skal vera nógv smidligari, enn hon er í dag, og skúlanæmingar skulu hava lættari og skjótari atgongd til viðtalu hjá sálarfrøðingi.

Tað er tó óneyðugt, at sálarfrøðingarnir koma inn á skúlarnir at finna hesar næmingarnar og meta um viðgerð, tí næmingarnir eru longu funnir.

Á øllum skúlum í Føroyum hava vit skikkaðar heilsufrøðingar, lærarar, førleikastovur og onnur, sum duga at síggja og meta um, hvørji børn og ung hava tørv á sálarfrøðingi. Heldur er tørvur á, at skipanin gerst meira smidlig, so tey lættari sleppa framat. Sum heilsufrøðingur ynski eg, at tað er eitt lággáttartilboð, sum bæði heilsufrøðingar, lærarar o.o. kunnu ávísa til - uttan meirkostna fyri foreldrini.

Sjálvandi má alt hetta skipast í samráð við foreldrini, og tað skal eisini vera møguligt hjá foreldrum at fáa ráðgeving. Tá talan er um børn, mugu foreldrini altíð takast við. Tey kenna børnini best, og tað kann eisini vera umstøðurnar í heimunum, sum eru orsøk til trupulleikarnar hjá børnunum. Tað hevur tí týdning, at heildin verður tikin við.

Uppgávan hjá heilsufrøðinginum er bæði at arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi innan kropsliga og sálarliga heilsu. Heilsufrøðingar, sum arbeiða á skúlum, tosa og gera regluliga kanningar av børnum og ungum frá 1. til 9. flokk. Børnini verða fylgd av heilsufrøðingi gjøgnum barnaárini, og heilsufrøðingarnir kenna teirra umstøður í flestu førum. Í samstarvi við lærararnar er tað sum oftast lætt at finna børnini, sum hava serligan tørv og í felag verður roynt at hjálpa teimum. Heilsufrøðingurin hevur tætt samstarv við heimið og hugsar um heildina og umstøðurnar, sum barnið livir í. Trupulleikarnir verða fylgdir upp, og vit vísa víðari til aðrar fakbólkar, tá tørvur er á tí - eisini til sálarfrøðiliga viðgerð. Men tað gongur alt ov long tíð, og skipanin er ov stirvin til at lofta hesum rættstundis. Ístaðin eigur tað at vera møguligt at fáa sálarfrøðiliga viðgerð, meðan trupulleikarnir enn eru av tílíkum slag, at børnini og tey ungu ikki verða darvaði óneyðuga nógv í sínum gerandisdegi.

Mín áheitan er tí at seta eina skipan í verk við sálarfrøðingum, sum heilsufrøðingar, lærarar og onnur kunna ávísa til, har sálarfrøðingarnir brúka orkuna uppá viðtalur og viðgerð eftir tørvi. Hetta er neyðugt, so børnini og familjurnar kunnu fáa røttu hjálpina rættstundis.

Sólrun Foldbo, heilsufrøðingur