Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Brenna vit framtíðina?

2019-08-28 18:20

Eldarnir í Amazonas regnskógini eru ein stórhóttan m ó ti veðurlagi og náttúru. Vit mugu og eiga at gera tað vit kunnu fyri at luttaka í altjóða tiltøkum at varðveita lívfrøðiliga margfeldið kring heimin. Men vit eiga eisini at gera munandi meira fyri at varðveita margfeldið í Føroyum.

Myndirnar og søgurnar eru ræðuligar. Samstundis sum heimurin er við at vakna, og krøvini um veðurlagspolitikk og náttúruvernd vaksa og blíva til veruleika, so brenna f ólk við vilja stór øki í Amazonas regnskógini.

N ógvar av søgunum vit hoyra eru yvirdrivnar. Allur skógurin brennur ikki, sk ógurin framleiðir 6 % av heimsins súrevni, ikki 20 %, og fleiri av myndunum á sosialu miðlunum eru av gomlum eldum. Men støðan er kortini álvarsom. Skulu vit hava nakran møguleika at berjast móti veðurlagskreppuni, so mugu vit planta milliardir av trøum - ikki brenna tey. Og skulu vit verða m ó tstøð ufør í mun til broytingarnar, sum koma, so mugu vit varðveita lívfrøðiliga margfeldið. Ikki oyðileggja tað. Skógurin nærkast eini støðu, har so stórur partur er oyðilagdur, at skógurin blívur til eina oyðimørk.

Tíbetur er ramaskríggj kring allan heim, og fleiri av heimsins leið arum m ótmæla og h ótta við tiltøkum m ó ti Brasil, um støðan ikki batnar. Føroyar eiga eisini at vera við í tílíkum tiltøkum, eisini tá líknandi støður eru aðrastaðni kring heim.

Men vit kunnu byrja her heima. Tá um ræð ur lívfrøðiliga margfeldið hava vit verið alt ov dovin. Náttúruverndarl ógin er ótíðarh óskandi, og dálkandi vinnuligt virksemi sleppur alt ov lætt at halda fram og byrja nýtt virksemi. Hetta ger seg galdandi innan alivinnu, fiskivinnu, oljuvinnu, eins væl og vinnu á landi. Vit mugu seta krøv, tá um ræð ur dálking og náttúruvernd. Støðan undir havi í Føroyum, og aðrastað ni vit fiska, líkist í n ógvum førum teirri í Amazonas. St ór oyðilø gd øki, sum einaferð tustu í lívi og plantum, men síðani eru oyðiløgd av t.d. botntroling.

Ikki bara tað – vit hava alt ov lítið eftirlit við, hvat vit innflyta. Skip og bingjur íða við kyktum. Handlarnir selja eitt ótal av plantum, sum vit slett ikki vita, hvussu ávirka føroysku náttúruna, samstundis sum moldin er full í kyktum, ið kunnu hava ovurst órar avleiðingar fyri náttúru okkara. Tak morðsnigilin og flatmakkin sum dømi. Hvussu nógv fleiri tílík kykt skulu vit fáa, áðrenn vit vakna? Hvussu nógvar sjúkur, sum vit ikki hava, skulu vit fáa i føroysku náttúruna?

Vit mugu verja náttúru okkara. Vit mugu tryggja lívfrøðiliga margfeldið. Vit eiga at luttaka í altjóða arbeiðinum at tryggja margfeldi og veðurlag, men eisini at tora at seta krøv her í Føroyum. Vit eru so mikið væl fyri búskaparliga, at vit eiga at unna, ikki bara komandi ættarliðum, men teimum børnum, tannáringum og ungu, sum liva longu nú, eina framtíð, ið er eins góð og tann, sum vit hava nú.

Ingilín Didriksen Strøm, valevni Javnaðarfloksins