Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Bráðræsispolitikkur ella bara vánalig stýring

2022-07-04 09:12

Heilsumálaráðið og Heilsutrygd hava givið royndarskipanini um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár eitt álvarsligt skot fyri bógvin, nú boðað verður frá, at Heilsutrygd ikki longur rindar fyri viðgerðirnar.

Akademikarafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar halda alla framferðina vera óskiljandi, óvirðiliga og púra óneyðuga.

Tá royndarskipanini um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, av álvara varð sett i verk í mars 2021, heittu Heilsumálaráðið og Heilsutrygd staðiliga á sálarfrøðingarnar í skipanini hjá Heilsutrygd um at taka nýggja tilboðið til hesi ungu framum, og nógvir sálarfrøðingar valdu at fylgja áheitanini. Ásannandi, at tað hevur ein heilt serligan týdning, bæði fyri tey ungu og fyri samfelagið, at ung fáa eina serliga skjóta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð, valdu sálarfrøðingarnir at umraðfesta sítt virksemi eftir at veita hesa tænastu.

Tað tók tó nakað av tíð at fáa skipanina at virka eftir ætlan, tí stórt trýst var framman undan á at sleppa til sálarfrøðing, men fyri nøkrum mánaðum síðani kom verulig gongd á, og nógv ung fingu ávísing og komu í viðgerð. Best sum var, komu so boð til sálarfrøðingarnar frá Heilsutrygd um at steðga allari viðgerð frá degi til dags.

Akademikarafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar kunnu ikki góðtaka slíka framferð – hvørki fakliga ella starvsfólkaliga.

Boðini frá Heilsutrygd komu 30. juni. Gott ein mánað fyrr, hin 24. mai í ár segði løgmaður á ráðstevnu um at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu millum ung, at “.....vit skulu bjóða hjálp í serflokki til tey, sum longu hava fingið trupulleikar”. Smáar fimm vikur seinni kunnu vit staðfesta, at ein skipan sum skal hjálpa okkara ungu er steðgað upp frá degi til dags. Hugburðurin kann kanska sigast at vera í serflokki. Góður ella virðiligur er hann tó á ongan hátt, og hesin hugburðurin er alt annað enn góður fyri okkara ungu.

Heilsutrygd hevur lagt eina stutta kunning á heimasíðuna; men har stendur einki um, hvat skal henda við teimum mongu, sum eftir drúgva bíðitíð antin eru byrjað í viðgerð ella eru ávegis inn í skipanina, tí teimum tørvar sálarfrøðiliga viðgerð.

Har stendur heldur einki um, hvør fer at geva teimum boðini um, at tey nú kortini ikki kunnu fáa viðgerð, soleiðis sum politiska skipanin annars hevur sett út í kortið.

Fyri 5 vikum síðani vóru sálarfrøðingarnir annars á fundi við Heilsutrygd, har ætlan varð løgd um at byggja skipanina út vegna stóran eftirspurning og langar bíðilistar. Tað hevur tí einki tekin verið um, at játtanin so brádliga kundi verða brúkt upp – tvørtur ímóti. Talan er um stóran skara av ungum fólki, sum bíða eftir viðgerð, sum nú kanska ikki verður til nakað. Steðgar skipanin nú, skal hon nærum byrjað av nýggjum við sálarfrøðingum, sum tá hava aðrar uppgávur og tí ikki kunnu byrja aftur við somu ferð, sum tá tey sleptu. Hetta halda vit er óskiljandi og púra óneyðugt.

Við slíkum bráðræsispolitikki – fyrst á annan bógvin og síðani á hin – vísir politiska skipanin og Heilsutrygd lítla virðing bæði fyri hesum ungu og teirra avvarðandi, og fyri fakliga arbeiðinum hjá sálarfrøðingunum.

Faklig semja er um, at royndarskipanini er eitt serstakliga skilagott átak, bæði fyri tey ungu, sum byrja at vantrívast, og fyri samfelagið, tí tað hevur týdning, at ung fáa sálarfrøðiliga viðgerð fyrr heldur enn seinni, og at viðgerðin skal vera lætt atkomilig. Tí hava sálarfrøðingar kýtt seg fyri at fáa royndarskipanina at virka sum ætlað. Sálarfrøðingar hava raðfest henda málbólkin og veruliga fingið gongd á hesar viðgerðir í teirri trúgv, at eisini politiska skipanin ynskir at fáa tænastuna at virka og skapa úrslit.

Sum fakfeløg, umboðandi sálarfrøðingarnar í Heilsutrygd, heita vit staðiliga á politisku skipanina um at kýta seg eins nógv og tryggja, at tann góða fakliga gongdin, sum stór semja er um, ikki steðgar.

Tórshavn hin 1. juli 2022

Akademikarafelag Føroya
og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar