Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Børnini missa barnadeildina

2020-05-10 17:00

Børnini missa barnadeildina

Tað hevur verið alment frammi, at Barnadeildin verður flutt inn á aðra deild, har vaksnir sjúklingar liggja, og at deildin minkar niður í tvær seingjastovur. Ætlanin er ásett at vara í fleiri mánaðir. Í roynd og veru merkir hetta, at vit onga Barnadeild hava.

Tað hevur í áravís verið hildið sera fast í, at børn og vaksin ikki eiga at vera innløgd saman, og at rætturin hjá børnum til serstakar deildir er eyðsýndur. Millum annað hetta var grundarlagið undir at gera serstaka barnapsykiatriska dagdeild, sum var eitt nýbrot, sum seinasta samgonga fekk sett í verk. Barnaumboðsmaðurin átalaði eisini ónøktandi viðurskiftini á barnapsykiatriskua økinum frammanundan. Tí kann tað undra stórliga, at tað nú vera gjørdar so stórar broytingar, at einasta somatiska barnadeild í landinum ikki er tøk í fleiri mánar. Gjøgnumgangandi fyri allan barnarættindarsáttmálan er, at avgerðir hjá myndugleikum skulu vera til barnsins besta.

Støðan við Koronu er serstøk og krevur nógv. Ongin ivi um tað. Men er tað rætt at ofra Barnadeildina, og er onki alternativ til ætlanina er viðkomandi at spyrja. Tað er sjálvsagt trupult at leggja tilrættis í krepputíð, men kanska serliga tá er neyðugt at tryggja, at kreppuloysnir ikki gera seg inn á grundleggjandi rættindi. Tíverri sæst meira enn so, at kreppuloysnir blíva partur av varnadi loysnum.

Vit vita øll, at virksemið í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv skert vegna Koronu. Nú virksemið letur uppaftur, eru uttan iva mangir bíðilistar at fáa avgreiddir. Spurningurin er tí eisini, hvussu bíðilistin hjá børnum kann minkast niður aftur, tá ið seingjaplássini eru so skerd. Kemur hetta at merkja, at børnini fáa óneyðuga langa bíðitíð ?

Tað er upplýst, at sjúkrarøktarfrøðingar á Barnadeildini als ikki taka undir við ætlanini, og at sjúkrarøktarfrøðingar frásiga sær fakliga ábyrgd. Tí skapar verandi støða stóran ótryggleika.

Tað er ikki óhugsandi, at tørvur kann vera á at innleggja børn við Koronu. Tí er eisini neyðugt at fáa greiðu á hvat hendir, um so er, og eisini at fáa greiðu á um børnini í so fall slett ongi pláss hava í sjúkrahúsverkinum, sum eru markaði til børn.

Tí havi eg sett landsstýrismanninum í heilsumálinum hesar spurningar.

1 Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at børnini missa Barnadeildina og verða innløgd saman við vaksnum ?

2. Metir landsstýrismaðurin, at broytingin á pædiatriska økinum er til barnsins besta, og í samsvari við sáttmálan um barnarættindini ?

3. Eru starvsfólkini á Barnadeildini tikin við í avgerðina at flyta Barnadeildina ?

4. Hvørja ávirkan fer tað at hava á innleggingar hjá børnum, at Barnadeildin verður flutt ?

5. Hvat fer at mangla á deildini, har børnini vera flutt til, í mun til tær umstøður, sum eru á Barnadeildini ?

6. Hvørja ávirkan fer tað at hava á virksemið nú og komandi mánðirnar, at seingjatalið er minka so nógv ?

7. Kann tað roknast við, at Barnadeildin frameftir kann flytast og minkast t.d í feriutíð ?

8. Sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barnadeildini hava frásagt sær fakliga ábyrgd av pædiatriini. Hvat merkir hetta í praksis og hvør hevur so ábyrgd ?

Sirið Stenberg

Tjóðveldi