Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Børn við ADHD í Ta góðu tilgongdina

2019-07-22 15:20

Børn við ADHD og líknandi avbjóðingum skula í "Ta góða tilgongdina" beinanvegin eftir valið.

ADHD felagið og MEGD hava sum hjartamál at "Tann góða tilgongdin", sum í dag einans fevnir um børn við autismu, eisini fevnir børn við øðrum avbjóðingum.

Nógv tann størsti bólkurin av teimum "við øðrum avbjóðingum" eru okkara børn, tey við ADHD.

Almannaverkið metir at víðkanin fer at merkja at umleið 400 børn koma afturat teimum 180, ið longu eru í skipanini, og at kostnaðurin er 7 milliónir, einans!. Eftir okkara tykki, so skuldi hettar fyri langari tíð síðani verið avgreitt.

Eftir okkara tykki, so skuldi hettar fyri langari tíð síðani verið avgreitt. Tí í mun til tær 400 persónlagnurnar, sum stríðast dagliga við avbjóðingar, so kanni tann "Tann góða tilgongdin" verða við til at tryggja okkara børnum eitt gott lív.

Barnaárini eru stutt og nógv børn læra at kompensera fyri menningarórógvi við røttu viðgerðini, og fáa eitt líka gott lív, sum onnur tá mált verður í heilsu og inntøku. Tí er tað alumráðandi at seta inn í barnárunum. Samfelagsliga kostar tað ein brøkpart at seta inn tíðliga.

Vit í ADHD felagnum hava "Tað góðu tilgongdina" sum hjartamál, sjálvandi.

Persónliga, hevur hettar sera høga raðfesting, og skal avgreiðast beinanvegin eftir valið.

Her er ein filmur um Ta góðu tilgongdina

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD-felagnum