Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Børn og eldri hægri raðfesting – Meir normering!

2020-10-12 20:22

 

Tað er hugaligt at síggja komandi fíggjarætlan hjá Tórshavnar kommunu. Haldi at tað er sera gott, at kommunan raðfestur tey eldru og børnini í fíggjarætlanini fyri 2021. Hettar er alneyðugt at gera, og taki eg fult undir við hesum ætlanum.

Um eg fái álit og verið valdur inn í Tórshavnar kommunu, so ynski eg avgjørt at arbeiða fyri okkara børnum og eldri. Haldi, at tað hevur týdning, at vit framhaldandi seta enn meira pening  av til hetta. Tí vit skulu skapa góðar og tryggar karmar fyri allar borgarar í kommuni. Eg kundi hugsað mær at nevnt nøkur punkt, sum eg meti hava stóran týdning, um vit ynskja uppraðfestingar og betri tænastur til børn og eldri.

 

  • Tað hevur týdning at skapa góðar karmar á barnagørðum, soleiðis at vit skapa eitt trygt og gott arbeiðspláss, hettar skapar trivna og betri tænastur.

  • Ynskiligt er at fáa fleiri fólk inn á barnagarðar at arbeiða, soleiðis at tænastan gerst enn betri, og at arbeiðsbyrðan ikki gerst ov stór fyri tey, ið arbeiða á stovnunum.

  • Ynskiligt hevði verið at fingið børnini passaði alt árið, tvs at stovnarnir høvdu opið alt árið, soleiðis at foreldur/familjur sjálvi avgerða nær barni hevur frí. Hettar krevur onkrar tillagingar, men eigur avgjørt at verða gjørligt.

  • Tað er neyðugt at fáa fleiri fólk at arbeiða inn á stovnunum har okkara eldru borgarar eru. Í løtuni er arbeiðsbyrðan ov tung og strævin, og tískil fáa búfólkini ikki neyðugan umsorgan og tænastu. Arbeiðsfólki eigur stórt rós uppiborið fyri tað tey gera, tey renna og stríðast tað tey orka, men hava tørv á hjálp.

  • Tað skal verða hægri normering til hesi økini, tað má og skal gerðast fyri at vit skulu fáa ein betri trivna ímillum okkara starvsfólk.

     

    Eg ynski eg at arbeiða fyri at bøta um arbeiðsbyrðuna hjá okkara fantastiska fólki, sum arbeiða á barnagørðum, sambýlum, ellisheimum osv. Eg ynski trivna á arbeiðsplássum, og trivna ímillum børn og eldri, og hettar hevur avgjørt stóran týdning í Tórshavnar kommunu. Sjálvandi skal alt tílíkt gerðast í bestu semju við starvsfólki, og onki skal broytast uttan at partarnir eru samdir.

     

    Eg ynski at verða tín rødd í Tórshavnar kommunu, tí vóni eg at eg kann fáa tín stuðul 10. novembur.

     

    Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.