Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Blása og hava mjøl í munninum

2019-08-28 18:17

Tað er at gleðast um, at Fólkaflokkurin nú til valið er farin at profilera seg sum grønan og umhvørvisvinarligan flokk.

Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat tey halda um umhvørvispolitikkin hjá Trump og brasilianska forsetanum Bolsenaro, sum báðir vilja vera við, at tað eru tey vinstravendu, sum uppfinna trupulleikar við umhvørvinum.

Hetta sjálvt um ísurin á norðpólinum smeltar og stórur partur av Brasil stendur í ljósum loga.

Vit kunnu vera so ymisk sum vit vilja, høgravend, vinstravend, kristin ella muslimar. Øll skulu vit anda somu luft í okkum.

Tað er lítil meining í at vilja steðga útláti hjá føroyskum fiskiskipum, SEV, húsarhaldum og bilum og so samstundis hálova Trump og Bolsenaro.

Tá klá rar man n at blása og hava mjøl í munninum.

Uttan mun til politiskan lit, so mugu vit øll gera manngarð at verja umhvørvið  ella verður gali ð bæði fyri vinstravend og høgravend.

Bjarni Hammer

Løgtingslimir og valevni hjá Javnaðarflokkinum