Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Bjørg stillar upp

2019-07-27 09:49

 Seinasta val var Bjørg vald sum annar varalimur og hevur havt sæti á løgtingi. Í løtuni situr hon í býráðssessinum hjá Heðin Mortensen í Tórshavnar býráð. 

Nýliga er hon vald sum forkvinna í ADHD felagnum, og ætlar hon at broyta lívið við ADHD í Føroyum. 

- Við røttu viðgerðini ber til, at ADHD verður ein góður fylgisveinur, sum er við til at ríka lívið hjá tí einstaka og okkara samfelag. 

- Tí fólk við ADHD hava serstakar eginleikar, sum gera at tey kasta í samfelagi við nýskapandi hugsanum. Tey síggja ofta øðrvísi loysnir og hava ofta dirvi og drívmegi sum fáur.  

Bjørg er 43 ár uppvaksin á Argjum og býr saman við manni og 5, 11 og 12 ára gomlu børnunum á Ternuryggi í Havn. Hon er sjálvstøðug vinnurekandi og heldur, at smápartafeløg skula eisini kunna tekna sjálvboðna sjúkratrygging so sum einstaklingafyritøkur kunna í dag. Eisini heldur hon, at fyritøkur ikki skula rinda kringvarpsgjald.  

Øll árini hevur Bjørg arbeitt fyri umhvørvinum, og gleðist yvir, at flestu politikarar nú byrja at síggja álvaran í at Føroyar eisini tekur ábyrgd, og fær m.a. eina nógv betri pantiskipan, har øll pantiíløt kunna latast inn á einum stað. 

Betri trivna á dagstovnum og skúlum, sálarheilsa, viðgerðartrygd og vetrarferðia er onnur átroðkandi mál, sum skula loysast.  

- Eg ynski, at verða partur av einum løgtingi, ið byggir á gott samstarv, álit og virðing millum flokkar og millum samgongu og andstøðu. Eg haldi, at tíðin er komin, at vit skula arbeiða fyri breiðum semjum og langtíðarloysnum.