Bjarni Hammer stillar upp til fólkatingsvalið

2019-05-30 21:15

Eg havi sitið á fólkatingið, og eg fari fegin aftur. Til seinasta fólkatingsval skrivaði eg eina grein, við heitinum, “Nú má altso ein Suðuroyingur aftur í Fólkatingi”. Tað eydnaðist, um enn ikki so leingi, so sat eg á fólkatingi fyri Sjúrð Skaale, ímeðan hann var í farloyvi.

Eg havi staðið á røðarapallinum á fólkatingi. Eg havi luttikið til spyrjitíman í fólkatingssalinum við Lars Løkke. Eg havi fundast við ráðharrar o.s.fr. Eg megni uppgávuna saman við einum sterkum Javnaðarflokki.

Javnaðarflokkurin hevur røkt fólkatingssessin seinastu 8 árini við framúr góðum úrslitum. Tí hevur tað alstóran týdning, at góða gongdin heldur áfram við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Tað er ongin annar flokkur enn Javnaðarflokkurin, sum hevur so nógv ítøkilig úrslit at vísa á. Úrslit, sum veruliga eru til gagns fyri føroyingar í Føroyum, Danmark og aðrastaðni.

Vit eru framgongdin og framtíðin. Vit skapa úrslit, vit avgreiða stórmál, vit sita ikki og bøla á stórmálum, sum sitandi andstøða hevur gjørt í áravís.

Vit tora, vit megna og vit fara at skapa enn fleiri úrslit til frama fyri allar føroyingar.

Fram til valið fari eg at vísa á ítøkiliga altjóða umboðan og altjóða samstarv, hvar eg havi umboðað Føroyar og Javnaðarflokkin. Eg fari eisini at greiða frá ætlanum hjá flokkinum á Fólkatingi, tó serliga einum stórmáli, sum partvíst kann loysast á fólkatingi, men sum veruliga vil tæna føðilandinum.

Bjarni Hammer