Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Bíligari at velja grønan einnýtisbúnað !

2018-08-30 05:16

Umhvørvispolitikkur: Umhvørvisbetri búnaður minst 6,5% bíligari


Nú verður nógv gjørt fyri at skifta einnýtisbúnað úr plasti út við onnur umhvørvisbetri tilfar, sum eitt nú plantistívilsi.
Hettar er sera gott, tí vit skula minka plastnýtsluna sum skjótast!

Plastbúnaður er væl bíligari í dag, og tí velja nógv heldur plast. Ein skilagóður umhvørvispolitikkur er, at gera tað lættari at velja umhvørvisbetri vørur.
Tollskráin er politiska amboðið, ið stýrir forbrúkaranýtsluni við at seta toll á ávísar vørur og frítaka aðrar.

Plastbúnaður verður tollaður við 6,5% tá hann verður innfluttur. Plantistívilsi og onnur nýggj umhvørvisbetri tilfar, sum síggja út og minna nógv um plastikk verða tíverri eisini flokkaði sum plast, og fáa tí eisini álagt 6,5% í tolli. Hettar er sera óheppið og eggjar ikki til at minka um plastbúnað. Til samanberingar ber til at hyggja eftir tallerkum, sum úr plasti fáa toll, men eru teir úr træi ella pálmi, so eru teir tollfríir!  Tað vil siga, at hevði glasið verið úr pálmi ella træið, so hevði tað eisini verið tollfrítt. Umhvørvisvinarlig gløs verða nú einaferð gjørd úr plantistívilsi, sum minnir sera nógv um plast. og tíverri er høgur tollur av hesum vørum.

Við einari lítlari tekniskari broyting í tollskránni, ber til at gera ein nýggjan bólk fyri gløsum av umhvørvisbetri tilfari, sum ongan toll hevur. Heilt yvirskipað, so eiga politisku amboðini altíð at eggja til umhvørvisbetri vørur og tænastur.

Við hesari lítlu broyting, hevði umhvørvisvinarligari einnýtisbúnaður verið 6,5 % bíligari. Tá hevði verið lættari hjá øllum at velja PLA gløs framum plast.

Ein lítil broyting, sum kann gera stóran mun í okkara umhvørvi.