Bíligari at búseta seg í Havn

2012-09-11 20:59

Fleiri og fleiri ungar familjur velja at flyta úr høvuðstaðarumráðnum, og hetta er ein sera óheppin støða, sum Tórshavnar kommuna má fáa í rættlag

Grundstykkjaprísurin er himmalhøgur, og sethúsaprísirnir somuleiðis, og hetta ber í sær at ungar barnafamiljur hava ilt við at ogna sær egnan bústað í kommununi.

Kommunan hevur fyri stuttari tíð síðan gjørt eina nýggja útstykking uppi í Hoyvík, sum millum manna verður rópt "Tårnby".

Henda útstykkingin gevur fleiri grundstykkir á 200 fermetrar hvørt, og byggjast kunnu 55 fermetrar í trimum hæddum, og ein bilskúr á frímerkjastødd afturat.

Gamaní er hetta eitt útmerka tilboð til teirra ið ikki ynskja sær grasvøll, urtagarð, trøð o. a. sum førir til viðlíkahald, men prísurin fyri eitt slíkt 200 fermetra grundstykki er 500.000 kr!

Afturat grundstykkinum kemur byggikostnaðurin fyri sjálv húsini, og hann liggur áleið 1.5 mió. kr. Hetta er tað sum verður bjóðað barnafamiljunum í dag. 2 milliónir krónur í skuld, fyri eini gott 50 fermetra sethus í trimum hæddum.

Hetta kann gerast betur, ørðvísi og bíligari!

Kommunan skal seta økir av, til bústaðarbygging sum vant, men kommunan eigur heldur enn at útstykkja økini sjálv, lata teimum ið ynskja grundstykki í høvuðstaðnum, møguleikan til at gera eitt eigarafelag.

Eitt eigarafelag sum skipar fyri planering, rørskipanum, uppdeiling o.ø. sum hevur við útstykking og bygging at gera. Hetta gevur borgarnum betri karmar til sjálvi at avgerða stødd, sum hóskar best til teirra tørv, umframt at borgarin hevur frítt í at velja ímillum fleiri prísir, og kostnað sum heild.

Einum og hvørjum skal standa frítt í boðið, at byggja sær eini hús sum tey ynskja, so leingi tey lúka krøvini viðvíkjandi bruna, bjálving o.ø. sum hartil hoyrir.

Tí eigur Tórshavnar kommuna at seta fleiri økir av til grundstykkir, og lata borgaran sjálvan avgerða hvat hóskar best til tey sjálvi, og fyri ein meiri rímiligan prís.

Fráflytingin er langt síðan byrja, og tí ræður um at steðga henni áðrenn fleiri velja at stinga í sekkin, og búsetast aðrastaðni.

Tað eru jú tey ungu og barnafamiljurnar, sum eru framtíðin!

Heini Havn Magnussen